Bjarni Djurholm fingið fastan tingsess

Á løgtingsvalinum seinast varð Bjarni Djurholm ikki afturvaldur. Fólkaflokkurin fekk sjey tingfólk vald. Bjarni Djurholm og Heðin Zachariassen fyri báðir 317 atkvøður, meðan Óli Breckmann fekk 312. Av tí at tað stóð á jøvnum, varð lutakast, og tað vann Bjarni Djurholm, sum soleiðis gjørdist fyrsti varamaður hjá Fólkaflokkinum.

Eftir at trý av tingfólkunum hjá flokkinum komu í landsstýrið í september í 2008, komu allir tríggir varamenninir á ting. Tá nú Jørgen Niclasen fór úr landsstýrinum og fer aftur í tingið, so má síðsti varamaðurin víkja sæti. Tað er Óli Breckmann.

Men av tí at Anfinn Kallsberg leggur frá sær, so varðveitir Óli Breckmann sæti á tingi. Hinvegin er Bjarni Djurholm ikki longur varamaður. Hann hevur nú fastan sess á tingi.

Tá Anfinn Kallsberg leggur frá sær, fer hann endaliga úr tinginum. Hann hevur sagt seg úr starvi og kann ikki koma aftur í tingið. Skal á ting aftur, so skal hann veljast á einum løgtingsvali.

Anfinn Kallsberg er annars tann av verandi tingmonnum, sum hevur sitið næstlongst á tingi. Hann varð fyrstu ferð valdur 8. november í 1980. Tann einasti í tinginum nú, sum hevur sitið longri enn Anfinn Kallberg, er Óli Breckmann. So tað má metast sum lagnunnar speisemi, at Anfinn Kallsberg soleiðis tryggjar Óla Breckmann sæti restina av valskeiðinum - sjálvandi treytað av, at Fólkaflokkurin verður verðandi í landsstýrissamgonguni...