- Eg kann einans siga, at eg taki undir við kritikkinum. Tað er nógv, sum kundi verið gjørt øðrvísi, sigur Knút Lützen, sum var nevndarformaður í FaroeJet.
- Tað er tó ikki allur sannleikin. Vit í nevndini hava eisini ein stóran part av skuldini fyri, at tað gekk, sum tað gjørdi. Tó er alt gjørt í bestu sannføring – eisini valið av leiðsluni, sigur hann.
Ítøkilig mistøk
Tá ið Knút verður biðin um at greiða meira ítøkiliga frá, hvat varð gjørt skeivt, sigur hann:
- Vit komu ov seint í gongd við søluni. Hetta var tó ikki nakað, sum vit høvdu so stóra ávirkan á. Vit fingu knappliga eitt flogfar, og tað er ikki lætt at gera fyrireikandi arbeiða, tá ið vit høvdu so stutta freist.
- Vit valdu eisini skeiva bookingskipan. Umframt tað hava vit verið ov lítið ágangandi við sølu og marknaðarføring.
Knút heldur tó eisini, at politiski myndugleikin eigur ein stóran part av skyldini fyri, at FaroeJet ikki bar seg.
- Kappingarneytin hjá okkum hevði veldigar fyrimunir. Hetta er nakað, sum politiski myndugleikin kundi gjørt okkurt við, men einki varð gjørt, sigur hann.
Bjarni Djurholm er orsøkin
Tað er serliga ein persónur, sum, sambært Knút, hevur verið orsøkin til, at FaroeJet ikki bara seg.
- Hevði Bjarni Djurholm ikki verið landsstýrismaður í loftferðslumálum, hevði støðan verið ein onnur í dag, sigur Knút.
Spurningurin er so, um nevndin í FaroeJet ikki tók eitt í so vágið stig at stovna hetta felagið, tá ið fortreytirnar eru so vánaligar, sum Knút sigur tær vera.
- Vit kendu ikki treytirnar áðrenn. Vit fingu at vita, at tveir triðingar av Atlantsflog skuldi privatiserast. Tað hendi so ikki. Atlanstflog átti heldur ikki at fingið loyvi til at sett eina súluskipan í verk beint áðrenn, vit byrjaðu. Teir skuldu ikki hava nakrar fyrimunir fram um okkum, men tað høvdu teir.
- Bjarni Djurholm umskyldaði seg við, at hann kundi ikki broyta eitt danskt málsøki. Tað er jú púra ósatt. Tað er óhoyrt, um ein eigari ikki kann taka avgerðir um sítt egna felag.
- Bjarni Djurholm hevur als ikki skil fyri vinnulívi. Hann dugir kanska at undirvísa børnum í skúlanum, men hann kann so ikki brúkast í núverandi sessi, sigur Knút Lützen bersøgin.
Føroyingar satsa uttanlands
Knút heldur annars, at arbeiðið við at stovna eitt nýtt føroyskt flogfelag er áhugavert.
- Hetta er sera áhugavert fyri føroyingar. Oddmar segði við Sosialin, at teir helst fara at flúgva uttanlands, og tað ljóðar skilagott. So leingi, sum politikkararnir ikki vilja skapa karmar fyri kapping í Føroyum, kunnu vit ikki hava tvey flogfeløg, sum flúgva til Føroyar. Uttanlands er ”fair” kapping, og har vænti eg, at føroyingar kunnu klára seg væl, tí at vit duga væl at flúgva.