Bjarni og Allan vunnu á Sveini - Valur er fremst í Íslandi

Dánjal Ragnarsson var toppskjútti hjá Fram

Toppuppgerð, ið samstundis var ein føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Í Myntkauphöllini í Mosfellsbær tóku Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding móti Bjarna í Selvindi, Allani Norðberg og teirra liðfeløgum í Vali.

 

Valur vann dystin greitt 35-27. Í steðginum vóru valsmenn á odda 18-12.

 

Sveinur skoraði tvey mál fyri heimaliðið. Bjarni skoraði fimm mál og Allan skoraði tvey mál fyri útiliðið. Arnór Snær Óskarsson var stórskjútti hjá Vali við 13 málum. 

 

Á Akureyri taptu Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram 27-32 (15-16) fyri KA.

 

Tað gekk tó væl hjá Dánjali, ið var toppskjútti hjá Fram við átta málum. 

 

Stjarnan sum hevur Jóhannes Bjørgvin í hópinum tapti á heimavølli 26-27 (14-13) fyri Selfossi.

 

Støðan:

 

Nr. Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1 Valur171304555:5094626
2 Haukar171205568:4947424
3 Afturelding171115520:4932723
4 FH171115523:4843923
5 KA171106555:5411422
6 ÍBV171016533:5191421
7 Fram17908526:5042218
8 Selfoss175111515:567-5211
9 Stjarnan174211476:509-3310
10 HK165011448:495-4710
11 Þór173311470:516-469
12 ÍR161312501:559-585