Bjarni skoraði og legði upp til 14 mál

Bæði føroyingaliðini í bestu norsku hondbóltsdeildini taptu, men góð føroysk avrik vóru løgd fyri dagin

Tað gongur væl hjá Bjarna í Selvindi í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Bjarni, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand ferðaðust í dag til Sandefjord fyri at spæla dyst móti Runar.

 

Runar vann tepran 38-36 sigur í einum málríkum dysti. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-18.

 

Føroyingarnir gjørdu tó sítt.  Bjarni skoraði fimm mál og legði upp til heili níggju mál. Helgi skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. 

 

Kristiansand er næstaftast í deildini við 13 stigum, men teir eru bert tvey stig aftanfyri Fjellhammer og Bækkelaget, ið hava 15 stig hvør.

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget tóku í dag móti toppliðnum, Drammen á heimavølli.

 

Drammen, ið er fjórðfremst í deildini vann dystin 31-28. Í steðginum var Drammen á odda 19-13.

 

Kjartan skoraði fimm mál, legði upp til trý mál og vann liðnum eitt brotskast. 

 

Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við 15 stigum.

 

3. apríl tekur Kristiansand móti Sandnes á heimavølli. Sama dag spælir Bækkelaget á útivølli móti Halden. 

 

Grundspælið í bestu norsku hondbóltsdeildini endar 10. apríl. Liðini sum enda næstaftast og triðaftast skulu spæla dystir móti liðum úr næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.