Samstarv
Á heimasíðuni hjá Norðlýsingum vita tey at siga, at felagið, sum rekur Atlantic Navigator, hevur í hyggju at keypa nøkur av ídnaðarskipunum, eitt nú Sheanne, sum Sp/f hjá Bjarta Mohr eigur.
Heimasíðan veit at siga, at orsøkin til, at felagið í Klaksvík hevur áhuga í hesum skipum, er, at ídnaðarskipini hava loyvi at fiska svartkjaft.
Tá ið Sheanne kom á Fuglafjørð í gjár, vóru menn hjá JFK umborð á skipinum, og hetta hildu menn benda á, at okkurt er í umbúna.
Ikki selt
Bjarti Mohr, reiðari, sigur við Sosialin, at Sheanne er ikki seld, og í løtuni dugir hann ikki at siga, um talan verður um sølu.
Hann leggur tó aftrat, at sjálvandi er alt til sølu, um prísurin er hin rætti.
- Tað er rætt, at vit hava tosað við JFK-Trol í Klaksvík um møguligt samstarv. Enn kann eg tó einki ítøkiligt siga um, hvat kann spyrjast burtur úr hesum, tí hetta er so nýtt.
Spurdur, hvat slag av samstarvi, talan kann gerast um millum feløgini, sigur Bjartur:
- Vit hava tosað um ymiskar møguleikar, men enn eru vit ikki komnir fram til nakað endaligt.
Spara olju
Sum skilst, er tað serliga oljan, sum ger tað trupult at reka hesi skipini.
- Tað er eingin loyna, at vit fáa ov lítið burtur úr sum er. Oljan er dýr, og tí ræður um at finna møguleikar, sum kunnu minka um hesar tyngjandi útreiðslur.
Bjarti vísir á, at tað, sum teir eisini hava tosað saman við JFK um, er hvussu skipini kunnu spara sigling, og her hevur eitt nú verið hugsað um partrol, sum ikki er ókent í veiði eftir pelagiskum fiskasløgum.
- Í fjør summar partrolaðu skip eftir sild norðanfyri, og Hallarklettur og Norðbúgvin hava eisini partrolað. So, hetta er ikki nakað, sum er óroynt, heldur ikki eftir pelagiskum fiski.
Oljan dýr
Bjarti Mohr vísir á, at tá ið oljan var bíligast, kostaði liturin 68 oyru; í dag liggur liturin um 3,25.
- Soleiðis er oljan í dag einar 4,5 ferðir dýrari, enn tá ið hon var bíligast, men tá var hon kanska eisini óvanliga bílig, ásanar reiðarin.
Hann sigur, at neyuðugt er at minka um útreiðslurnar, um lønandi rakstur skal fáast í hesa vinnu.
- Sum er, hevur Sheanne ongan "makkara", men tað er ikki vist, at makkari ikki finst. Tað er eisini í hesum sambandi, at vit kanna møguleikarnar fyri samstarvi.
Fiskar betri
Bjarti Mohr vísir á, at við partroli kunnu skipini spara eini 40% av oljuútreiðslunum, samstundis sum partrol "fangar" betri.
- Tá ið skipini partrola, reka tey eisini fiskin betri inn í trolið, sigur reiðarin.