– Hitti Dr. Bjørn Kunoy úr Føroyum í dag at tosa um at styrkja okkara transatlantiska samstarv.
Soleiðis skrivar fyrrverandi forkvinnan í Umboðsmannatinginum í USA, Nancy Pelosi, á Facebook í dag.
Og hon heldur fram:
– Meðan forsetin framhaldandi hóttir danska kongsríkið, mugu vit standa fyri fullveldi, rættarsamfelag og virðing fyri okkara sameindu londum, skrivar hon.
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya á Sendistovu Føroya í Washington í USA.
86 ára gamla Nancy Pelosi var forkvinna í Umboðsmannatinginum seinasta valskeið, tá Joe Biden var forseti. Hon hevur verið tingkvinna fyri Demokratarnar.
##med2##
Hon var 52. forfólkið í Umboðsmannatinginum (Speaker of the House), frá 3. januar 2019 til 3. januar 2023. Hon sat eisini í embætinum frá 2007 til 2011. Hon er einasta kvinna, sum hevur verið forkvinna í Umboðsmannatinginum, og er tann kvinnan í USA, sum hevði havt tað hægsta politiska embætið í USA til 2021, tá Kamala Harris gjørdist varaforseti.
Hon vaks upp í eini politikarafamilju, tí bæði pápin og bróðirin hava verið borgarstjórar í Baltimore, eins og pápin eisini var kongresslimur
Pelosi var leiðari hjá demokratunum í Umboðsmannatinginum frá 2003-2007. Eftir at Demokratarnir vunnu meirilutan í Umboðsmannatinginum á miðvalinum í 2006, gjørdist hon sum fyrsta kvinnan forkvinna í tinginum.
Nancy Pelosi hevur sitið í umboðsmannatinginum fyri fleiri valdømi í Kalifornia síðani 1987.













