Tíðindaskriv Betesda:
Um tú hevur hug at fáa ein smakk av Fraklandi og at heilsa upp á Jóhannes Alfred og Cecile, so er eitt høvi til tað mikukvøldið.
Byrjað verður kl. 19:30 við einum drekkamunni, og síðan byrjar løtan í salinum kl. 20.
Hetta verður ein øðrvísi, løtt og upplýsandi løta, har tey fara at greiða frá, onkur kviss verður kanska, og vit sleppa eisini at fáa franska framførslu og ein smakk av Fraklandi.
Hjartaliga vælkomin











