Blákrossheimið 25 ár

25 ár eru liðin síðan Blákrossheimið í Havn varð sett á stovn. Byrjað var 6. mai 1984 í Kongagøtu, og í 1987 var flutt niðan í Lynggøtu, har stovnurin hevur hildið til síðan.

Blákrossheimið er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við rúsdrekkatrupulleikum. Á heiminum fæst avrúsing, viðgerð og eftirviðgerð. Dentur verður lagdur á trivnað og góðan felagsskap í kristnum umhvørvi við samrøðum, samanspæli og samveru.


Á heiminum, sum hevur pláss fyri 15 innskrivaðum í senn, starvast leiðari, psykologur, lækni, sjúkrasystir, sjúkrahjálpari, prestur og fleiri onnur hjálparfólk við royndum innan viðgerð av rúsevnismisnýtslu. Heimið er góðkent sum viðgerðarstovnur av Føroya Landsstýri.


Leiðari á Blákrossheiminum er Olga Magnussen, sum tók við eftir Sólborg Dulavík í 2001. Sólborg hevði tá verið leiðari, síðan heimið var sett á stovn í 1984. Olga Magnussen er leiðari á Blákrossheiminum