Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag ímóti einum ávísum slagi av íste, sum er at fáa í Føroyum.
Talan er um First Price Ice Tea við ferskusmakki, tí vandi er fyri hýggjvøkstri
Heilt ítøkiliga er takan um »First Price Ice tea 5X250 ml« Tað er sett at vera best fyri 20.06 í 2020 og Ean nummarið er 7311041077344.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hýggj er funnið í nøkrum av pakkunum í hesi sendingini og sostatt er tað ikki mannaføði
Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til tey, sum hava íste frá hesi ávísu sendingini um at lata handlinum, haðani tað er keypt, tað aftur, ella at stoyta tað í vaskið.