Blámusoppatsunami – farvæl Føroya Studentaskúli ?

Kári Mortensen
---------

Skúlin í Hoydølum og studentaskúlaskipanin hava seinastu árini fingið nógv høgg. Tey liva nú upp á lánta tíð, bæði bygningar og skúlaskipan skulu takast av í næstu framtíð.
Men heldur ikki í bíðitíðini er friður. Seinasta álopið er eitt hysteriskt blámusoppaálop. Ein journalistur í ÚF segði einaferð blómusoppur – helst tí at nýggi íbúðarblokkurin í Blómubrekku eisini hevði fingið blámusopp?
Eri vísur í, at meir enn helvtin av bygningunum í Føroyum høvdu verið tømdir og forseglaðir, um myndugleikarnir løgdu á teir við blámusoppakanningum í somu øði, sum teir hava gjørt í Hoydølum.

Tað bar til í 25 ár
Havi sjálvur arbeitt í Hoydølum í nógv ár, havi undirvíst óteljandi tímar í Gamla Húsi og enntá havt kontór har í fleiri ár. Ongantíð havi eg verið plágaður av blámisoppi (uttan so, at eg kroniskt havi verið í blámusoppakoma), og ongantíð havi eg hoyrt nakran næming klaga um ringt inniumhvørvi í bygninginum. Hetta merkir tó als ikki, at inniumstøðurnar hava verið optimalar. Skiftandi húsanevndir hava øll árini við stórum nærlagni bart við myndugleikarnar um at gera neyðugar ábøtur, fremst av øllum at betra um inniklimaið við at fáa ventilatiónsskipanir í øll undirvísingarhøli. Tá ið hesin bardagin sum oftast var til fánýtis, var ongin annar útvegur enn tann væl royndi, sum allir lærarar og allir næmingar hava lært seg í tey 25 árini (ja tú lesur rætt fimmogtjúgu árini), undirvísing hevur verið har, nevniliga at lata vindeygu og hurðar upp so ofta sum tørvur var á tí fyri at fáa nýggja luft inn og gamla CO2 luft (við blámusopparoyki) út.
Og lesur tú tær dýru rapportirnar frá útlendskum kanningarstovnum, sært tú, at tær eisini júst mæla til at lufta út so ofta, sum tað er neyðugt, fyri at kenna seg væl.

Nú ber onki til
Men nú – 5 minuttir í lukkitíð, ber knappliga onki til. Húsið skal stongjast, og næmingar og lærarar evakuerast.
Fyribils loysnin, til depilin í Marknagili er liðugur, sigst vera – ikki at umvæla Gamla Hús, men at byggja fyribilslonir, sum skulu standa á fløtuni í Hoydølum???

Gloym hasar barakkirnar!
Umbyggingin av Gamla Húsi kostar nakrar milliónir. Munnu fyribilslonirnar fara at verða so nógv bíligari? Og hvat siga friðingarmyndugleikarnir til, at barakkir koma at lýta fløtuni fleiri ár fram í tíðina?
Tað er heilt vist, at um leiðslan í Hoydølum fekk til uppgávu at hýsa teimum 8 flokkunum runt um í verandi bygningum í tað hálva árið ella minni, sum tað tekur at umvæla Gamla Hús, so hevði hon fingið fullan uppbakning frá lærarum og næmingum, sum eru góð við skúlan og virðismeta felagsskapin har sera høgt. Men nei, tað vilja myndugleikarnir ikki – teir vilja heldur blakað pening í fyribilsbarakkir og útseta umvælingina av Gamla Húsið til nýggju húsfólkini koma – hvørji tey so verða?

Niður við studentaskúlanum
Breið semja er millum landspolitikarar, býráðspolitikarar og embætisfólk í skúlafyrisitingini um at niðurleggja skúlan í Hoydølum og at strika studentaskúlaskipanina.
Hyggjuráðini eru at byggja ein í føroyskum høpi mastodontbygning í Marknagili og at gera eina miðnámsskipan, sum skal vera einasta tilboðið til ungdómin í høvuðsstaðarøkinum.

Hvussu breið semja?
Tað verður alt ov drúgt at greiða frá her, hvussu henda ”semjan” spakuliga hevur vaksið seg stóra seinastu 15 árini. Men lyklaorð hava verið: Serføroysk skipan (sum fyri alt í verðini ikki má líkjast tí donsku), synergieffektir við at hava øll saman og bíligari rakstur í ”stórdrift”.
Hendan breiða semjan hevur ikki verið millum teir nógvu lærararnar, sum starvast á studentaskúlanum. Teirra fyrivarni hevur verið ,, If it ain't broke, don't fix it”, tí tey kenna ognarlut í verandi skipan, sum tey hava verið við til støðugt at ment, og sum tey vita er grundarlagið undir einum góðum og dynamiskum skúla.
Nú konturarnir av nýggju skipanini daga undan (hvar er demokratiska viðgerðin?), er greitt, at óttin hevur ikki verið ógrundaður, tí nýggja skipanin verður á nógvum økjum eitt stórt afturstig í mun til verandi studentaskúlaskipan.

Monokulturur í Marknagili ella valmøguleikar um landið
Í nýggju skipanini verða nógv fak felags fyrsta árið. Tað merkir, at allir næmingar fyrsta árið stóran part av tíðini skulu hava somu fak við at kalla somu fakligu krøvum. Talan verður sostatt í stóran mun um eitt 11. fólkaskúlaár.
Sagt verður eisini, at nýggja skipanin krevur minni umsiting hjá MMR. Samstundis er ætlanin at stovna nýggja depilsleiðslu, sum skal koma aftrat verandi skúlaleiðslum. Sannlíkt er, at nýggja skipanin fer at krevja væl meiri umsiting enn verandi.
Fari tí enn einaferð at minna á dygdirnar í verandi skipanum. Lat okkum heldur (nógv heldur) arbeiða víðari við sjálvstøðugum studentaskúlum, handilsskúlum og tekniskum skúlum við egnum profilum, egnum ambitiónum og hvør sínari spennandi framtíð.
Tað kann vera skilagott at byggja í Marknagili – nevniliga ein minni bygning til Tekniska Skúla, sum saman við verandi handilsskúla kann blíva karmur um eitt attraktivt skúlaumhvørvi har. Hetta kann lætta um trýstið á studentaskúlan í Hoydølum, sum so uppaftur betur kann menna síni kjarnuøkir.

Hví so bráð?
Tað er láturligt og grátuligt, at vit knappliga fara at stongja skúlar og bygningar kring landið, tí vit nú duga betur enn fyrr at leita eftir blámusopparoyki. Hvat verður tað næsta?
Blámusoppur ella ikki blámusoppur, nú mugu vit taka okkum saman og handla við skili!
Tá ið myndugleikarnir hava góðtikið bygningin til undirvísing í 25 ár, so skulu teir eisini góðtaka hann í 5 ár afturat við neyðugum umvælingum.
Ella hómast ein ótryggleiki? Ræður tað um at halda øsingina um Hoydalar á kóki, so ikki onkur klókur politikari í tøkum tíma kemur í tankar um bara at droppa Marknagil?
Vit kríggjast jú um hvørja krónu á fíggjarlógini. 400 milliónir í ein miðnámsskúlabygning er ógvuslig upphædd. Dugi væl at síggja fyri mær, at politikarar fara at brúka hetta sum undanførslu fyri ikki at játta meiri, men heldur minni pening til undirvísing og gransking.
Mín meining er, at tað hevði verið nógv betri at brúkt hesa upphædd til viðlíkahald, útbygging og ikki minst hækkaðar rakstrarjáttanir nógv ár fram í tíðina.






Hvar er markið?
Hví bara Hoydalar?
Um fá ár hava vit vónandi tveir undirsjóvartunlar aftrat.
Tá fara øll uttan suðringar at hava stytri enn 40 minuttir at koyra til Havnar.
Um depilin í Marknagili verður gjørdur til 1600 næmingar, kann hann taka allar Norður Føroyar:

Møguligir miðnámsnæmingar.
3 árgangir á 667 næmingar 90% av 2000
í miðnámsskúla 10% av 1800
í Suðri 90% av 1800
í Marknagili
2000 1800 180 1620

Vit kunnu tá (um 5-10 ár?) leggja niður ikki bara Hoydalar, men eisini Tekniska Skúla í Klaksvík, HF í Klaksvík, Studentaskúlan á Kambsdali, Handilsskúlan á Kambsdali og Fiskivinnuskúlan í Vestmanna.