Blásarakvintett Reykjavíkur varð stovnað í 1981 og hevur síðani ferðast kring allan knøttin. Carnegie Hall, Wigmore Hall, Sydney Opera House, eru millum allar tær hallir, ið hesin úrmælingabólkur hevur framført í. M. a. hevur kvintettin verið við í fylginum hjá fyrrverandi forseta Íslands, Vigdís Finnbogadóttir. Í hesum leikluti, sum tónleistarligir ambassadørar, hava teir framført fyri ensku drotningini og spanska konginum.
Fløgur teirra eru útgivnar á fremstu forløgum m. a. Chandos og BIS. Eisini eru ummælini sera góð.
Bólkurin spælir verk úr øllum tíðarskeiðum og eru ørgrynna av verkum skrivað júst til teirra av tónaskøldum.
Tónleikararnir eru allir millum teir fremstu í Íslandi, men kenna vit tó best Bernharð Wilkinson, floytuleikaran, ið nú er búsettur í Føroyum. Hinir limirnir eru: Daði Kolbeinsson, obo, Einar Jóhannesson, klarinett, Hafsteinn Guðmundsson, fagott og Jóseph Ognibene, horn.
Kvintettin er sera virkin í samband við vitjanina í Føroyum. Teir geva Føroya Symfoniorkestri eina hjálpandi hond og fara umframt tær vanligu konsertirnar, at hava skúlakonsertir fyri næmingum. Harafturat fara teir at hava eina felagskonsert við føroyskum musikkslærarum.
Fyrra konsert teirra verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið 4. oktober kl. 19.30. Har fer føroyski klaverleikarin Jóhannes Andreasen, at luttaka í framførsluni av tí víðakendu sekstettini hjá Françis Poulenc.
Seinna konsertin verður í Listaskálanum hóskvøldið 6. oktober kl. 19.30. Á hesi konsertini verður eisini ein føroysk blásarakvintett nevnd KINKVI. Í hesi kvintettini eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta, Kári Bæk, obo, Peder Riis-Jensen, klarinett, Christina Andersen, fagott og Kjell Orseth, horn. KINKVI og Blásarakvintett Reykjavíkur fara at framføra eina sera spennandi skrá saman. Hetta verður úrslitið av teirra samarbeiði hesar dagarnar. Spennandi verður at hoyra.
Konsertfelagið skipar fyri hesi vitjaninini í samstarvi við Norðurlandahúsið, Føroya Symfoniorkestur, Listasavnið og Tórshavnar Musikkskúla.
Atgongumerki fáast við dyrnar. Allir skúlanæming-ar hava ókeypis atgongd.