Blúshippi-Casanova á G!

G! kunngerð í dag, at HOGNI verður at hoyra á ársins G! festivali. Millum lýsingarorðini um Høgna Lisberg, verður blúshippi nýtt Skráin fyri G! 2009 er ikki fullfíggjað enn, og so spakuliga leggjast nøvn afturat. Seinastu kunngerðirnar hava verið føroysk nøvn, og tað nýggjast av hesum er HOGNI, eisini kendur sum Høgni Lisberg. G! tíðindaleiðslan hevur ikki smávegis orð at siga um HOGNI. Millum annað:

?Á nýggju fløguni, Haré Haré, hevur Hogni funnið sín innara, í vikur óvaskaða, afrikanskt-amerikanska blúshippi-Casanova. Hvørt tað er við blúsutum sjálvanalysum sum ?Big Personality?, popputum og óvanliga vinarligum protestsangum sum ?Burstin? Bubble? ella ?Bow Down (To No Man)?, djúpt sexutum kærleikssangum sum ?Something I Understand? ella funkutum messum frammanfyri tónleikaaltarinum sum ?Soul Company?, so megnar Hogni á ein snediga náttúrligan hátt at kóka sína stóru persónligheit og hennara mongu síður niður í erligar og ektaðar, og feitar og fangandi sangir. Hogni er við ?haré, haré? komin á nýggjar leiðir, sum uttan iva fara at føra hann til og spennandi støð. Eitt av hesum støðunum verður G! Festival í summar, har Høgni við bólki sínum fer at rokka reyvina úr brøkrunum á okkum.?

G! Festival 2009 verður í døgunum 23.-25. juli.