Blaðstjóri skal hava koyrilin

Ein dómstólur í Iran hevur dømt ein blaðstjóra í fongsul í seks mánaðir, og harafturat skal hann fáa tíggju koyrlasløg fyri ærumeiðing og lygn. Blaðstjórin, sum eitur Kaveh Eshtehardi, er blaðstjóri á einum almennum blaði. Hann mátti í rættin at verja seg, eftir at Mehdi Hashemi hevði stevnt honum fyri ærumeiðing og fyri at hava borið ósannindi í blaði sínum. Mehdi Hashemi er sonur fyrrverandi iranska forsetan Akbar Hashemi Rafsanjani.

Kaveh Eshtehardi sigur, at hann góðtekur ikki dómin, men at hann fer kortini ikki at skjóta hann inn fyri hægri rætt.

Eygleiðarar siga rættarmálið vera merkisvert, tí tað er ikki vanligt, at blaðstjórar á almennum bløðum verða drignir fyri rættin og dømdir.