B36-KÍ 5-0 (0-0)
Fótbóltur
Tað vóru rættiliga ymiskar fortreytir, sum liðini bæði høvdu undan dystinum í Gundadali í dag. Eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á árið, hevur B36 veruliga fingið glið á seinnu umførini, og áskoðararnir mundu í øllum førum roknað við, at talan aftur skuldi gerast um trý stig sunnudagin.
Klaksvíkingar tóktust fyri tveimum vikum síðani eisini at hava vent skeivu gongdini, men eftir tríggjar sigrar á rað taptu teir fullkomuliga óvæntað fyri EB/Streymi, og mest av øllum ráddi tí um hjá teimum at vaska hendan blettin av sær.
Taktiskt í fyrra
Fyrstu løtuna tóktist heldur ikki, sum um hetta skuldi gerast ein ógjørligur setningur hjá klaksvíkingum. Gaman í var tað B36, sum hevði yvirtakið á vøllinum, og megin parturin av spælinum fór eisini fram á KÍ hálvuni. Fleiri ferðir komu heimamenninir eisini í góðar yvirtalsstøður, men tað eydnaðist ikki rættiliga at leggja seinastu sendingina fram til áleypararnar.
KÍ royndi í sín part at binda um heilan fingur. Við bert at hava Ova Nysted á toppinum, royndu teir í stóran mun at yvirfólka miðvøllin, fyri á tann hátt at steðga uppspælinum hjá B36, fyri síðani at legja dent á skjót mótálop. Serliga seinastu løtuna av fyrra hálvleiki eydnaðist hetta eisini hampuliga væl, og millum annað spurdust fleiri vandamikil hornaspørk burtur úr hesum.
Tað vildi tó verið órættvíst, um KÍ var farið til hálvleiks við nakrari leiðslu, tí B36 hevði so sanniliga eisini sínar møguleikar. Báðar teir størstu fekk Jákup á Borg, men fyrru ferðina misnýtti hann, tá John Petersen við høvdinum hevði spælt álopsfelagan frían, og seinnu ferðina mátti hann síggja Meinhardt bjarga brotssparksroyndini, sum kom eftir, at John heldur óneyðugt varð feldur í KÍ bortsteiginum.
Eisini við hornaspørkum vóru B36?arnir vandamiklir, og ta einu ferðina togaði Meinhardt eina kanónbjarging fram, tá Jens Kristian stútaði, og beint undan steðginum stútaði Klæmint Matras niður í vøllin og uppum, eftir at málverjin var farin skeivur av einum bólti.
Orsøkirnar til skrædlið
Soleiðis vóru tað avgjørt klaksvíkingarnir, sum vóru betri nøgdir um málleysu hálvleiksstøðuna, og gleðin um hetta mundi ikki vera minni, tá okkurt um eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Tá hevði innskifti Kenneth Jacobsen hjá í tveimum førum sent á stongina, og B36 álopini gjørdust alsamt meira vandamikil, uttan at nakað tó spurdist burturúr.
Mest av øllum ráddi nú um hjá KÍ at stríðast, tí fortreytirnar fyri at skapa nakað frameftir versnaðu munandi, tá Fríðin Ziskason varð rikin av vølli stutt inni í seinna hálvleiki. Hetta hendi, tá hann við eini ljótari eftirtackling feldi Heðin av Lakjuni, og tá Fríðin longu hevði fingið eitt kort í fyrra hálvleiki, var einki at gera.
At tað eftir hetta veruliga fór at rapa hjá KÍ, komst fyrst og fremst av tveimum orsøkum. Hin fyrra var, at tað á tímanum loksins eydnaðist B36 at skora. Tekin vóru spakuliga farin at hómast um veruliga frustratiónir á B36 liðnum, men við málinum hvurvu hesar so ruddiliga. Heimaliðið hevði nú stigini í sekkinum, spælið gjørdist meira frígjørt, og at kalla allir nervar um eitt ikki nøktandi úrslit vóru nú burturbeindir.
Hin ? og hendan orsøkin var helst størri ? var, at klaksvíkingar eftir hetta meira ella minni spældu við høvdinum undir arminum. Møguliga tí missurin av Fríðanum gjørdi, at eingin var at stýra verjupartinum á miðvøllinum. Ljótu fríspørkini gjørdust alt fleiri í tali, og fyri fleiri leikarar var galdandi, at teir tóktust hugsa meira um at øsa Heðin av Lakjuni til eitt reytt kort, heldur enn at røkja verjuskyldur sínar á vøllinum.
Málini
Eitt gott dømi um hetta var fyrsta málið. B36 hevði fingið fríspark í vinstru, og hóast gestirnir høvdu góðar stundir at skipa verjustøðu sína, so varð hetta als ikki gjørt. Úrslitið varð eisini, at John Petersen stóð púra leysur í málteginum, so hann uttan at leypa upp frá kundi stýra bóltin í meskarnar.
Næsta málið hjá heimaliðnum kom at kalla eftir somu uppskrift. Jákup sendi inn fyri úr vinstru, og eftir at Kenneth Jacobsen snýtti málverjan, tá hann ikki rakk eftir bóltinum, kundi John skumpa í netið. Klaksvíkingar vildu vera við, at talan var um rangstøðu, og hvørt hetta er rætt, skulu ikki verða tiknir dagar ímillum á hesum síðum, men undir øllum umstøðum lat dómarin ikki við seg koma.
KÍ kundi nú kanska bundið um heilan fingur. Lagt seg langt aftur á vøllin, og bara roynt at avmarkað tapið, men sum nevnt omanfyri, so tóktist spælið fullkomuliga skilaleyst seinastu løtuna.
Heðin av Lakjuni slapp á máltalvuna, tá hann fór sjálvur ígjøgnum heldur tunnu KÍ-verjuna, sum heldur tóktist hugsa um John Petersen og Jákup á Borg, sum royndu at renna seg leysar.
Jan Guttesen økti til 4-0 við helst vakrasta málinum í dystinum. Eftir bólttap í uppspælinum á KÍ-miðvøllinum slapp John Petersen leysur í høgru. Innleggið ferðaðist fram við málinum, og tá Jákup á Borg so beindi bóltin innaftur, stútaði Jan Guttesen í einum bleytum boga bóltin upp í handara málhorn.
Beint undan leikloki kundi Kenneth Jacobsen so staðfesta sigurin, tá hann við høvdinum stýrdi einari sending frá Jákupi á Borg (enn einaferð), men tá var eyðmýkingin av klaksvíkinginum langt síðani fullkomin.
Sum seinni hálvleikur formaði seg, skulu gestirnir vera fegnir um, at talan ikki gjørdist um eitt enn størri tap. Tað kann væl vera, at teir ikki høvdu dómaran í sínum parti, men fyrst og fremst eiga teir at taka í egnan barm. Einki lið hevur enn fingið dómaran í sín part við at konsekvent at illneitast á avgerðir hansara.
B36 er stórfavorittur
Umframt at vera vanligur landskappingardystur, var dysturin eisini eitt slag av frumframførslu til steypafinaluna, sum verður á ólavsøku. Talan er tá sjálvandi um ein nýggjan og kanska øðrvísi dyst, men við sunnudegnum í minninum, er einki at ivast í, at B36 nú er risafavorittur í hesari.
Alt í alt mundi tapið hjá KÍ tó verða óneyðuga stórt, men sum sagt, so áttu teir sjálvur skuldina fyri, at so bleiv.
B36 tykist hinvegin at vera sera væl fyri í løtuni. Síðani 3-1 tapið í Gøtu, hevur liðið vunnið tríggjar dystir í slag við málmuninum 22-0. Hóast 15 av hesum vórðu skotin í metdystinum móti vágamonnum, so tala hesi tøl fyri seg. Komandi sunnudagin verður grannauppgerð í Havn, tá HB og B36 tørna saman, og fær árstalsliðið aftur fulla úrtøku hesaferð, munnu tankarnir av álvara fara at leita móti gullinum, men hesum eru tey í B36 enn ikki egnir harrar fyri. Til hetta krevst, at gøtumenn missa stig, og enn tykjast teir so avgjørt ikki hava nakrar ætlanir um, at so skal verða.
Dysturin í tølum:
B36-KÍ 5-0 (0-0)
1-0: John Petersen 60.
2-0: John Petersen 67.
3-0: Heðin av Lakjuni 72.
4-0: Jan Guttesen 76.
5-0: Kenneth Jacobsen 90.
Dómari: Petur Hansen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen ? Bjarni Prior, Klæmint Matras, Ronnie Samuelsen, Jan Guttesen, Heðin av Lakjuni ? John Petersen, Jákup á Borg
KÍ: Meinhardt Joensen ? Andreas Jacobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclasen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Alexander Djordjevic, Jan Joensen, Fríðin Ziskason, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, - Ovi Nysted