- Sagt verður, at Gud blíðkar veðrið fyri nýroytta seyðin. Men tað er eisini tørvur á, at Gud blíðkar veðrið fyri nýggju stjórnina. Tí tað er altso ikki nógva ull, hon hevur á baki. 90 tingfólk. Júst nokk til at klára eitt mildt politiskt veðurlag. Hevði hon eina ullarnipu - eitt tingfólk - minni, so var tað ikki blái, men reyði seyðurin, sum hevði havt valdið, segði Sjúrður Skaale millum annað í røðu síni í samband við setanina av Fólkatinginum.
Hann hugleiddi um, at hóast blái blokkurin vann valið trygt í Danmark, við 90 móti 85, so var munurin evarska lítil, tá tey fýra reyðu umboðini í útnorði vóru tikin við.
- Tað hevði verið spennandi hjá okkum, um vit vóru endaði sum kongsmakarar ríkisins. Men, hondina á hjartað, hevði tað verið ein trupulleiki fyri danska fólkaræði. Okkara veljarar rinda jú ikki skatt í Danmark, og vit eru vald í hetta tingið á heilt øðrum grundarlagið enn øll hini, segði hann.
Hann væntar, at ein tílík støða hevði byrt undir sama kjak um serligu støðu Føroya og Grønlands, sum nú er um støðu Skotlands í bretska ríkinum.
- Men nú er tað so, at teir, summu vunnu valið rímiliga greitt, júst megnaði at vinna valdið. Og vit - teir fýra leysu kanónirnar - verða sitandi, við fullum rættindum, segði Sjúrður Skaale millum annað í røðu síni.