Endamálið er at byggja eitt afturvendandi tiltak upp næstu árini. Mentanarhúsið og økið kring húsið eru framúr góðir karmar til slík tiltøk. Verður undirtøkan góð, so eru útlitini eisini góð fyri, at Livandi Varmakelda verður ein fastur og livandi partur av føroyska tónleikasummarinum. Livandi Varmakelda verður fyriskipað í tøttum samstarvi millum eigararnar av skeinkistaðnum Etasjan og Mentanarhúsið
Varmakelda er ein av elstu stevnunum í Føroyum, og hevur rót langt aftur í forna tíð, tá ið keldan varð hildin at hava lekjandi kraft, har fólk komu saman við kelduna til dans og annan felagsskap.
Síðani 1952 hevur Varmakelda verið hildin sum ein av bygdastevnunum við kappróðri og øðrum til gamans og álvara. Hóast fleiri av stevnunum eru fánaðar og viknaðar munandi, livir Varmakeldan enn - og nú skal nýtt lív blásast í hesa siðvenju við tiltakinum, Livandi Varmakelda, sum verður hildið á fyrsta sinni leygarkvøldið 5. juli 2025.
Allar konsertirnar verða í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar. Fyrsta framførslan byrjar kl. 19.00 og tiltakið endar um náttina kl. 03.45. Í hesum tíðarskeiði fara 8 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur Endamálið er at skapa eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt og livandi.
Tónleikararnir sum longu eru avdúkaðir eru: Kim Hansen v/bólki DJ Antony Charles Tunghoyrt Ingi Poulsen duo Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar sum koma úr Íslandi. Fleiri bólkar og einstaklingar koma á skránna í næstum. Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.
Tað eru bert góð 500 atgongumerki sett til sølu. Tey fyrstu 100 fáast fyri serprís: 395,- tá er fá av hesum atgongumerkjunum eftir. Síðani fer prísurin upp á 495, 17. Juni fer prísurin upp á 545, 1. juli fer prísurin upp á 595, Keyp á mh.fo, sum vísur til atgongumerki.fo.