Blendaðu bussførara í Kollafirði so at hann einki sá

Løgreglan ávarar ímóti lívshættisligum spæli

Í gjár, tá ið ein bussførari kom koyrandi ígjøgnum Kollafjørð, var hann brádliga blendaður so illa at hann púra einki sá.

 

Løgreglan sigur, at tað var onkur, sum hevði sent eina sterka, grøna lasarastrálu beint í eyguni á honum, so at hann fullkomiliga blendaðist og einki sá. Eitt parkeringspláss var beint við og bussførarin sá sær eingi onnur ráð enn at steðga bussinum og koyra inn á parkeringsplássið. Har varð hann so standandi til hann aftur sá og fekk koyrt víðari.

 

Løgreglan ávarar ímóti slíkum, tí tað kann føra til lívshættisligar støður um tað skuldi hent, at ein bussførari, ella ein annar bilførari, verður blendaður so illa, at tey missa tamarhaldið á bilinum.