Tað er stórur blíðskapur, sum verður vístur kring um í heimunum í Nólsoy, nú ovastevnan er í hæddini.
Sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vísti á fyrr í kvøld, er blíðskapurin í Nólsoy øgiligur, og upplivingarnar á ovastevnu í Nólsoy eru nógvar.
Í kvøld vóru tvey umboð fyri in.fo inni á gólvinum hjá Fríðu G. Jacobsen, og her varð borðreitt bæði við feskari suppu og frálíkum nátturða.
Nógvar hurðar standa opnar í Nólsoy í kvøld, og blíðskapurin er óførur. At nólsoyingar eru gestablíðir kann ikki takast frá teimum, nú væntandi er, at Ternan fer at sigla við nógvum fólki um fjørðn til dansin í kvøld.
Fyri tónleikinum í stóra tjaldinum standa Signar í Homrum og Rox og Páll Finnur Páll.