Tað var eingin ivi. Argjadreingir umborð á Bliki vunnu ólavsøkuróðurin ógvuliga rudduliga, og harvið vunnu teir FM heitið.
Blikur hoppaði ein skut framum hinar beinanvegin, meðan Royndin Fríða, sum var hin biðilin til FM heitið, smokkaði eitt sindur aftur um teir, ið royndu at fylgja við Bliki.
Blikur helt stílin alla tíðina, og á málinum var hann meiri enn eina bátslongd frammanfyri Royndina Fríðu, sum menti seg og tók Firvaldin ikki so langt frá málinum.
Blikur og Royndin Fríða høvdu 39 stig undan ólavsøkuróðrinum, og við sigrinum í dag tryggjaði Blikur sær FM heitið.
1 Blikur 04:38.04
2 Royndin Fríða 04:41.04
3 Firvaldur 04:44.16
4 Svanur 04:46.04
5 Sílið 04:47.00
6 Junkarin 04:48.14
7 Teistin 04:50.00
8 Beinta 04:59.23
9 Jallurin 05:02.12
Endaliga støðan
1 Blikur 46 (FM vinnari)
2 Royndin Fríða 45
3 Firvaldur 29
4 Svanur 22
5 Teistin 19
6 Jallurin 18
7 Sílið 11
8 Junkarin 6
9 Havfrúgvin 0
10 Beinta 0