Aftur í dag vóru tað dreingirnir av Argjum og úr Klaksvík, sum kappaðust um sigurin. Fípan Fagra úr Klaksvík var favorittur at vinna FM heitið, og Fípu dreingirnir tryggjaðu sær FM heitið.
Tað eydnaðist ikki meistarunum at vinna á ólavsøku. Tí syrgdu teir á Bliki fyri. Talan var um tætta kapping. Hesir báðir bátarnir lógu borð um borð mesta partin av teininum. Blikur var undan framvið Molanum, og í endaspurtinum rann Blikur meiri enn eina lítla hálva bátslongd frá Fípuni Føgru.
Ternan av Glyvrum vann kappingina um triðja plássið. Frúgvin úr Miðvági, sum í dag var nummar fýra, vann bronsu í FM kappingini.
1 | Blikur | 04:40.16 | ||
2 | Fípan Fagra | 04:41.23 | ||
3 | Ternan | 04:44.01 | ||
4 | Frúgvin | 04:44.20 | ||
5 | Jallurin | 04:46.17 | ||
6 | Hvassi | 04:53.09 | ||
7 | Tekla | 04:55.19 |