Nýggjasta millum álop vóru ætlanirnar um at niðurleggja búpláss á sambýlum og á ellis- og røktarheimum, samstundis sum bíðirøðirnar eru ørandi langar. Løgmaður orðar tað soleiðis í Ólavsøkufrágreiðing sínari:
vit umhugsa at nýta nøkur av teimum nýggju røktarheimsplássunum til fólk, ið nú búgva undir vánaligum umstøðum.
Jamen, hvat annað skuldu slík pláss verið brúkt til? Jú, ætlanin, seinast endurtikin av Rósu Samuelsen í útvarpinum sunnukvøldið, er jú at tvangsflyta gomul fólk, av m. a. heimunum á Tvøroyri, og Korndalsbýlinum á Eiði, bara fyri at nevna nøkur dømi.
Hvar búgva tey, ið búgva undir vánaligum umstøðum?
Tey, ið av løgmanni og Rósu Samuelsen verða søgd búgva undir vánaligum umstøðum, tey búgva ikki á heimunum á Tvøroyri ella Eiði, tey búgva heima hjá sær sjálvum - runt um í Føroyum. Og tey rópa um hjálp, biðja og bøna um at fáa eina virðiliga hjálp heima - ella at sleppa inn á eitt heim. At sleppa undan einseminum, at kunna fáa grundleggjandi mennsikjaligu røkt og umsorgan, at fáa tryggjaðar grundleggjandi tørvir sum mat og reinføri. Og tey, sum longu búgva á heimum, biðja og bøna um at sleppa undan tvangsflyting.
Hesin ”galskapur”, sum landsstýriskvinnan í almannamálum gongur á odda fyri, má steðgast. Og løgmaður er tann einasti, sum kann gera tað, tí nærum eitt samt løgting, og skommin fylgir teim-um, vardi gerðir hennara, tá Miðflokkurin fyrr í ár royndi at støðga henni við einari misálitisváttan.