Blindtalvið hesa vikuna

Í hesum døgum verður ein vælmannað kapping leikt í Monte Carlo, har telvararnir fyrst telva eitt blindtalv móti hvørjum øðrum og síðani eitt kviktalv. Til bæði talvini hava telvararnir 25 min + 3 sek. pr. leik. Støðið á blindtalvunum er á hægsta stigi. Sí niðanfyri.

Ivanchuk,V (2716) - Svidler,P (2747)
Amber Blindfold Monte Carlo. 28.03.2004

1.d4 Rif6 2.c4 g6 3.f3 Bg7 4.e4 d6 5.Ric3 0?0 6.Bg5 a6 7.Rc1 Ribd7 8.b3 (Óvanligur leikur í kongaindisku byrjanini) 8...c6 9.Bd3 b5 10.Rige2 bxc4 11.Bxc4 d5 12.exd5 cxd5 13.Bd3 e5 14.0?0 Bb7 15.dxe5 Rixe5 16.Bb1 (b3 leikurin kemur til sín rætt nú. c4 punturin er vardur) 16...Re8 17.Fd2 Rc8 18.Rfd1 Fb6+ 19.Fd4 Fxd4+ 20.Rixd4 Ric6 21.Rice2 h6 22.Bh4 Rig4?

Støðumynd
Støðumynd eftir 22...Rig4

(Fyrsti veruligu feilur í blindtalvinum. Svidler "sá" helst ikki næsta leik) 23.Rxc6! Bxc6 24.fxg4 Bb5 25.Kf2 Bd7 26.h3 a5 27.Bd3 (Hvítur hevur vinnandi fyrimun, men í blindtalvi kann mangt henda) 27...a4 28.b4 a3 29.b5 Bf8 30.Kf3! (Djúpt!) 30...Bc5 31.Bf2 Rb8 32.Rc1 Rec8 33.Ric6! Bxc6 34.Rxc5 Bxb5 35.Rxc8+ Rxc8 36.Bxb5 Rc2 37.Ba4 Rxa2 38.Bd4 Rókurin sleppur ikki úr fangaleguni. Rd2 verður einfalt svarað við Ke3. 1?0