Blokadulív í Kvíggjartúni

Partapolitiskt prát trívist ikki væl millum blokadufólkini kring fíggjarmálastýrið

Tað er farið at vára. Tjøldrini eru rættiliga farin at gera um seg á bønum; í sólarløtunum tveita børnini troyggjuna frá sær, og handlarnir hava várútsølu. Í lokkandi lýsingum í vørpunum báðum, verður í hesum døgum bragdliga kunngjørt, at alt skal út.

Í fíggjarmálastýrið við Kvíggjartún á Argjum, sleppur ongin inn..!

Frammanfyri fýra tær mest umtalaðu dyrnar í Føroyum í nýggjari tíð, stendur limafjøldin í starvsmannafelagnum til reiðar. Í andlitunum undir ullarhúgvum og hettum sæst, at hetta er meint í fullum álvara. Stuðulin, sum Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, í Degi og Viku tórskvøldið, segði seg hava millum starvsmenn, kemur ikki til sjóndar her uppi. Dirvisloysi og drál heldur ikki.

Tey forvitnu, ið fara framvið vælílætnu fjøldini, kenna sjónvarpsfólkið og strandferðslumenninar, ið eru við í blokaduni, aftur; og í bilunum verður peikað og gneggjað. Men andlitsdrøgini eru óbroytt. Sum vóru tey høgd úr hamrargrótinum eystanfyri okkum.


Avgjørdur samskipari

Vaktarskiftið verður nú klokkan 15, og tey sum skulu loysa av koma í góðari tíð og termodrakt. Summi hava bundið um heilan fingur, og hava latið seg í flótidrakt. Úr onkrum lumma stinga termofløskur og Chiquita-bananir.

Vit nærkast, og knýttu andlitsdrøgini loysna eitt vet. Ítøkiligir spurningar verða tó ikki svaraðir. Víst verður til samskiparan á vaktini. Hann er øgiliga breiður, men roynt verður kortini at tráspyrja um, hvørjum roknast kann við sum frálíður. Blíðskapinum bagir onki, men tíðindafróður er hann ikki. ?Hugurin er av besta slag, og vit vera standandi?, staðfestir gráhærdi og reyðdæmdi stríðsmaðurin stutt og greitt.


Túnatos

Partapolitiskt prát trívist ikki væl millum blokadufólkini her í túninum. Í roynd og veru snýr prátið seg einamest um annað enn ta óvanligu støðu, landið er í. Ein blokaduvaktur hvørvur aftur í dreingjaárini, nú hann hevur hitt gamlan fótbóltsfelaga úr piltatíðini. Fleiri aðrir undrast og frøast, tá tað frættist, at Saksunnarbygd er pallmynd í stórari øl-lýsing í nýggjasta News-Week. Tá ein annar so skoytir uppí, at tað er um at vera tómt í øl-goymslunum her um leiðir, tagnar alt tos um bjór.

Nakrir eldri starvsmenn, sum hava fingið lívd fyri landnyrðinginum við vestastu dyrnar ovarumegin, eru farnir at meta um løgmannagóðskuna í okkara tíð. Hin mest bersøgni staðfestir, at einans tveir høvdu havt format til embætið; Kristian Djurhuus og Atli Dam, men at Høgni Hoydal óiva fer at sleppa uppí part seinni.


Strategiskt mistak

Tá vit hava løgtingsmannalønirnar á lofti, gerast fleiri av vaktunum meira ítøkiligir. Semja tykist vera um, at lønarhækkingin hjá løgtingslimunum er størsti strategiski brølari í nýggjari politiskari søgu her á landi. Løgtingið átti at havt avmarkað sína egnu lønarhækking, og hon skuldi ikki komi í gildi fyrr enn eftir næsta val. Allar tær politisku áheitanirnar um at vísa varsemi og vera hóvlig í lønarkrøvum, vera afturvístar við ávísing til lønarhækkingina hjá løgtingslimunum.

Harafturat bendir okkurt á, at hesir starvsmenninir vilja hava 37 tíma arbeiðsviku og sleppa undan karensdøgunum, eins og starvsfólkini á Føroya Tele.


Drúgvt millum leikirnar

Slipsið sum prýddi sáttliga fíggjarmálaráðharran í Degi og Viku hetta kvøldið minti ikki sørt um talvbretti. Hvør, ella um nakar fer at fáa stig á hesum bretti, tykist vónleyst at gita. Spurningurin er kanska heldur, hvør ið eigur næsta leikin. Páskirnar eru í nánd, og fastrenda ósemjan kundi bent á at drúgvt verður millum leikirnar og torført verður at flyta talvfólkið. Blokaduvaktirnir í Kvíggjartúni verða eftir øllum at døma standandi fyribils