Blokkniðurskurður álvarsliga fylgjur

Samstundis sum framstandandi búskaparfrøðingar og fólk í peningaverðini og vinnulívinum ávara um útlitini í samfelagnum fer samgongan undir at skerja 366 mill. kr. av blokkinum, og hetta er ábyrgdarleyst heldur formaður í størsta andstøðuflokkinum


Blokkniðurskurður


Í gjár hevði løgtingið 1. viðgerð av uppskoti frá landsstýrinum um at skerja blokkin úr Danmark við 366 mill. kr. í hesum árinum. Tvs. at blokkstuðulin fer frá knappari einari milliard niður á 615 mill. kr. Málið hevur verið viðgjørt á fólkatingi og liggur í løtuni í fíggjarnevndini. Teir bíða so at avgeiða málið til løgtingið hevur tikið endaliga støðu til niðurskurðin. Danska fíggjarlógin verður ikki endaliga samtykt fyrr enn m.a. hetta málið er komið uppá pláss. Tvs. at triðja viðgerð av donsku fíggjarlógini bíðar eftir, at hetta er fingið uppá pláss.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, sum skuldi vera framsøgumaður floksins undir viðgerðini í gjár, sigur við Sosialin, at Javnaðarflokkurin fer sjálvandi at gera alt hann er mentur til fyri at sannføra landsstýrisflokkarnar um, at ein so stór skerjing av blokkinum nú kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið.

-Hyggja vit at støðuni í vinnuni í løtuni og eftir framtíðar útlitinum, so sær tað ikki ov gott út. Framstandandi búskaparfrøðingar og fólk í peningaverðini hava verið frammi og ávarað móti gongdini. Eitt nú hoyrdu vit stjóran í Føroya Banka í grein í Dimmalætting gera vart við, at gulltíðin er liðug. Og hetta er so eisini í tráð við tað, sum hendir í løtuni í alingini, í rækjuflotanum, í svartkjaftavinnuni, við toskaprísinum, við saltfiskinum, og oljan, sum summi hava sett so stórt álit til, er enn stór óvissa um. So her eru nakað, sum kann benda á, at tann stóra vakstrartíðin er av. Tí vil eg spyrja, um tað ikki er óðamannaverk at gera henda stóra niðurskurðin.

Formaður Javnaðarfloksins ber ótta fyri, at hóast hesar ávaringar frá fleiri síðum, so fer landsstýrið helst at koyra málið í gjøgnum, tí tað skal vera krúnan á verkinum av teirra sjálvstýrispolitikki í fýra ár.

Nú rættiliga rok er í samgonguni og stevið er farið heldur Jóannes Eidesgaard, at tað hevði verið kærkomið um onkur í flokkunum rætt og slætt meldaði frá ? tók sín stuðul til hetta uppskotið aftur. ?Tað hevði verið ynskiligt, men eg ivist í tí. Tó at man kann hava illgruna um tað, tá Fólkaflokkurin spælir út við 80 mill. kr. í skattalætta og teir eru við at bróta seg sundur við at fáa anleggslógina fram um tunnil undir Lorvíksfjørð, sum er ein íløga uppá einar 400 mill. kr. Menninir tykjast arbeiða sum um at inntøkurnar og vøksturin fer at halda fram. Og tað beri eg ótta fyri verður ikki so.

Tí mælir formaðurin í tí størsta andstøðuflokkinum á tingi til, at samgongan broytir støðu. Sjálvur er hann sannførdur um, at veljarin fer at revsa samgonguna fyri hetta uppskotið. ?Okkara uppgáva til valið verður at siga veljarunum frá avleiðingunum. Vit hava stórar trupulleikar í okkara vælferðarsamfelag, serliga á heilsuøkinum, har tað eru pengar, sum mangla. Á røktarheimsøkinum er einki gjørt í fýra ár. Tað sær út til, at henda samgongan nú roynir at borðreiða soleiðis, at ein komandi samgonga skal fáa tað trupult. Teir taka tað fíggjarliga grundarlagið undan henni. Tað fer at gera tað sera trupult hjá eini nýggjari samgongu at fáa rættað uppá ta skeivu kósina, sum hevur verið í okkara vælferðarskipan.