Blokkur hækkar bara 8,6 milliónir krónur

Sambært orðaskiftinum í Fólkatinginum í gjár, so verður ikki talan um at blokkurin hækkar við afturvirkandi kraft. Flestu framsøgufólk søgdu, at tey taka undir við uppskotinum um at veita Føroyum 615,5 milliónir í ríkisveiting, sum tað framvegis stendur í uppskotinum. Men at tey vilja síggja positivt upp á ynskið frá nýggja landsstýrinum um at samráðast um at prístalsviðgera blokkin.

– Eg havi móttikið eina fráboðan frá landsstýrinum við ynski um at hækka blokkin, og bæði danska stjórnin og eg sjálvur eru greitt av teirri fatan, at blokkstuðulin antin verður latin nominelt óbroyttur, eins og við avtalunum millum fyrrverandi donsku stjórnina og fyrrverandi landsstýrið, ella kunnu vit farmyvir gera eina prístalsviðgerð, eins og vit gera við blokkstuðlinum til Grønlendska sjálvstýrið.

Soleiðis segði Bjarni Corydon, tá orðaskiftið í Fólkatinginum endaði.

Sambært flestu framsøgufólkunum og sambært fíggjarmálaráðharranum og donsku stjórnini, so er eingin møguleiki fyri, at blokkurin kann hækka við afturvirkandi kraft.

Prístalið er eitt sindur ymiskt, alt eftir, hvat tað er, sum roknað verður við. Men grønlendski blokkstuðulin verður prístalsviðgjørdur við 1,4 prosetum, og sambært fíggjarmálaráðharranum, so verður grundarlagið tað sama undir ríkisveitingini til Føroyar. Sostætt sær tú til, at landsstýrið skal rokna við, at ríkisveitingin næsta ár hækar 8,6 milliónir – altso úr 615,5 milliónum til 624,1 milliónir krónur.