Blokkurin blokerar ábyrgd, vit og skil

Sambandsfólk geva nú aftur vantandi blokkstuðli skyldina fyri teirra egna ábyrgdarloysi og asosiala politikki. Men trupulleikin er ikki ov lítil peningur, men at sambandssamgongan sprændi ábyrgdarleyst ov nógvar pengar út í samfelagið. Var blokkurin ikki skorin, vóru vit langt síðani farin á heysin

Kropp á kroppi koma nú sambandsfólk fram í bløðum og á heimasíðum við sama boðskapi: Niðurskurðurin í blokkinum og fastfrystingin fyri 8 árum síðani er orsøkin til, at vit hava fíggjarligt hall. Hetta er eisini umskyldningurin hjá teimum fyri, at tey hava skorið niður hjá veikastu pensjónistum, einkjum, fólki við serligum tørvi, útbúgving og gransking.

 

Hetta er besta prógvið um, at blokkstuðul og heimastýri blokerar alla ábyrgd, vit og skil.

 

Ongin skomm hjá monnum

Eisini Pauli Ellefsen, sum var løgmaðurin, ið byrjaði ábyrgdarleysa fíggjarpolitikkin í 80’unum, ið koyrdi Føroyar so logandi á heysin, er komin undan væðingini at geva øðrum skyldina fyri skeiva politikkin og asosialu avgerðirnar hjá sambandsflokkunum. Ábyrgdarleysi fíggjarpolitikkurin í 80’unum, har skattafidusir, studningur, veðhald og lán til vinnuna frá politikarum brendu allan búskapin av og fingu øll hjól av mala av akslinum, kostaði sambært Caragata-álitinum Føroyum 13 milliardir út gjøgnum vindeygað.

 

Hesi árini við fullum blokkstuðli og risastórum lánum afturat hjá landskassa, vinnu og bankum, var ongin veruligur bati í pensjónum, skúlaverki, ellis- og røktarheimum, landssjúkrahúsi ella øðrum vanligum vælferðartænastum. Nærum alt fór til studning og veðhald.

 

Fullveldissamgongan sterkasta búskapin

Tá ið fullveldissamgongan tók við í 1998 var uttanlandsskuldin omanfyri 6 milliardir krónur. Fullkomin íløgustøðgur og lønarniðurskurður hevði valdað upp gjøgnum øll 90’ini.

 

Fullveldissamgongan frá 1998-2004 broytti alt hetta. Rindaði uttanlandsskuldina niður. Lækkaði blokkstuðulin og frysti hann fastan. Hækkaði pensjónirnar munandi fyri fyrstu ferð íáratíggjur. Feldi øll uppskot um nýggjan studning til fiskivinnuna. Gjørdi bindandi avtalur við kommunurnar um íløguloft. Gjørdi eina 10-ára íløguætlan, sum uppá 6 ár framdi millum annað hesar íløgur og rindaði fyri tær kontant, uttan at landskassin tók nakað lán:

 

Nýtt landssjúkrahús, nýggja Teistan, nýtt vaktarskip, nýggja Smyril, nýggja ferjulegu á Krambatanga og á Syðradali, Vágatunnil, Norðoyatunnil, Skúladepil í Vági, 111 nýggj røktarheimspláss og mangt, mangt annað.

 

Harafturat vórðu íøgurnar í mentan tvífaldaðar. Nýggj sosial átøk framd við skúlatilboði til ung við breki. Løgtingsins umboðsmaður settur á stovn. Barnagarðsøkið lagt til kommunurnar og tørvurin nøktaður. Eldraøkið varð gjørt klárt at leggja út somuleiðis. Og mangt, mangt annað.

 

Og hóast blokkstuðulsniðurskurðin og fastfrystingina, hevði fullveldissamgonan yvirskot hvørt ár og hevði spart 2,5 milliardir upp í Landsbankanum í 2004. Yvirskot var á bæði handilsjavna og gjaldsjavna.

 

Ongantíð hava Føroyar verið so búskaparliga væl fyri, sum undir fullveldissamgonguni. Og málið varð jú greitt: Vit skuldu taka fulla ábyrgd av okkara búskapi, okkara vælferðarskipanum, okkara altjóða viðurskiftum og okkara framtíð, so her var ikki rúm fyri nøkrum ábyrgdarloysi og asosialum átøkum. Og hyggja vit at, hvussu landskassans inntøkur vórðu býttar undir fullveldissamgonguni, so er ongantíð so stórur partur av okkara felags húsarhaldi nýttur til pensjónir, almannaverk, heilsuverk, skúlaverk og mentan – aftaná at blokkstuðilin varð skorin og fastfrystur.

 

ABC slepti allari ábyrgd og stýring

Búskapurin var so væl fyri, at vit uttan nakað krepputekin kundu standa ímóti, at øll alivinnan fór á heysin, rækjuflotin hvarv nærum allur, oljuprísurin hækkaði og fiskaprísir lækkaðu. Tí lagt varð til síðis og hildið varð aftur, tá hjólini mólu væl av sær sjálvum.

 

Men sum búskaparfrøðingar í 2003 ávaraðu landsstýrið ímóti: Almenni búskapurin var so væl fyri, at tað fór at verða gjørligt hjá einum landsstýri at reka ábyrgdarleysan búskaparpolitikk og sleppa øllum fyrilitum í eini 5-6 ár, áðrenn avleiðingarnar fóru at merkjast.

 

Og tað var júst tað, sum hendi í 2004. Við sambandsflokkinum á fíggjarmálum og núverandi fíggjarmálaráðharra sum løgmanni, varð øll fíggjarstýring slept. Avtalur við kommunur uppsagdar. 10-ára íløguætlanin slept. Byrjaðar íløgur steðgaðar og fluttar orsakað av partapolitiskari fáfongd. Skattalættar fyri minst 372 milliónir krónur sprændar út í ein heitan búskap, og kostnaðarstøðið blást upp av tí sama, til bága fyri tey lág- og miðalløntu. Ongin bati ella umfordeiling í pensjónum, men bert hækkingar í samhaldsfasta, har verkafólk sjálvi gjalda. Ongin verulig nýggj íløga gjørd. Mentanarpolitikkurin steðgaði fullkomiliga upp.

 

Og legg so afturat, at har fullveldissamgongan hvørt ár hevði goldið 323 milliónir í rentum og avdráttum til Danmarkar umframt ein eyka-avdrátt í 2003, rindaði nýggja ABC-samgongan onki, men sprændi peningin út.

 

Fíggjarkreppa og blokkur sama uppruna

So ongantíð eru kassarnir tømdir so effektivt og miðvíst. Hartil varð eggjað til økta lántøku hjá vinnu og húsarhaldum við nýggjum skattareglum, meðan bankarnir sprændu øktar pengar út í nýggjum lánshættum.

 

Og í hesi støðu standa vit í dag. Trupulleikin er ikki, at okkum hevur vantað pening í samfelagnum. Tvørturímóti er trupulleikin, at vit hava nýtt ov nógvan pening. At bæði landskassi, kommunur og peningastovnar hava sprænt pening út, har ongin verulig framleiðsla ella virðisskapan er aftanfyri. At vit hava kapitaliserað framtíðina uttan nakran botn undir, og hava sett okkara eftirkomarar í skuld fyri okkara nýtslu.

 

Hetta er eisini læran av alheims fíggjarkreppuni: At óverulig virði og nýtsla verða blást upp, uttan at nøkur verulig framleiðsla og arbeiðsskapan er aftanfyri. Tað gongur bert so leingi meira og meira peningur verður sprændur inn. Tá tað so steðgar, rapar korthúsið.

 

Tað varð tað, sum hendi hjá okkum í 80’unum. Og tað er júst tað sama sum hendir við blokkstuðlinum. Ein arbeiðsfrí upphædd, sum ikki hevur botn í teimum virðum, vit skapa, kemur ótálmað inn í samfelagið.

 

Fólk kunnu bert ímynda sær, hvar vit høvdu verið nú, um vit ikki høvdu skorið blokkstuðulin og fryst hann fastan. Tá hevði ein eyka milliard verið sprænd út í ein yvirhitaðan búskap á hvørjum ári.

 

At tálma ella kynda

Vit hava eisini hoyrt, at eitt nú stjórin á handilsskúlanum og onkrir búskaparfrøðingar hava funnist at bæði blokkstuðli og stóru skattalættunum hjá ABC-samgonguni í sama andadrátti. Men munurin er, at meðan blokkstuðulsniðurskurðurin tók pening út úr renslinum, so oystu skattalættarnir pening inn í peningarenslið og hækkaðu nýtsluna –sum eisini skeiklaði handilsjavna og gjaldsjavna so dundrandi, tí økt nýtsla økir fyrst og fremst innflutningin og ger útflutningsvinnurnar minni kappingarførar.

 

Eftir at sambandsflokkurin, saman við javnaðar- og fólkaflokkinum við ábyrgdarleyusm politikki sjálvur hevur framleitt sína egnu ræðumynd um, at vit megna onki sjálvi, er svarið hjá sambandsfólki: Fingu vit bert fleiri pengar úr Danmark, so høvdu vit nú kunnað goldið fyri okkara ábyrgdarleysa búskaparpolitikk og sluppu undan at hugsa og býta virðini rættvíst.

 

Hví ikki senda málsøki til Danmark aftur?

Til tað er bert at siga: Jamen, hví fer ABC-samgongan ikki til Danmarkar og letur skúlaverkið, almannaverkið, heilsuverkið, fólkakirkjuna, undirgrundina og onnur málsøki aftur til Danmarkar at umsita? So hækkar blokkstuðulin aftur beinanvegin. Tit hava meirilutan, og tað krevur bert eina tingsamtykt í fáum reglum.