Hevur sitandi samgonga ikki gjørt nóg nógvan skaða? Óarbeiðsfør í 6-7 mánaðir. Stór skomm! Var tað skiparin á einari vanligari skútu, sum Jóannes ofta málber seg, var hann fyri langt síðani koyrdur í land.
Og so oman á tað heila ætlar landsstýrið at blaka pengar burtur. Ja, tá eigur man nokk í kassanum.
Ikki løgið, at harra Karsten Hansen sigur nei til tunnilsverkætlanina til Sandoynna.
Fíggjamálaráðharrin segði av tingsins røðarapalli, at tað skuldi bert gerast ein tunnil í senn. Tað skilji eg væl, tá hann ætlar at skarva 117 milliónir av blokkstuðlinum. Tá eru so ongir pengar eftir í kassanum hjá Karsteni, kanska bara til lønir og ikki arðar verkætlanir sum skulu gerast.
Eg fari at heita á Karsten um at droppa hattar við at skera blokkstuðulin niður, og heldur gera tunnlar fyri hann. Tit skulu jú eisini hava ein tunnil norður um Fjall, so har eru eisini pengar til tað.
Til seinast fari eg at minna Karsten á, at við teimum 366 milliónunum sum hann skar blokkin niður við, seinast hann sat í gullstólinum, hevur hann higartil kostað landskassanum góðar 2,4 milliardir umframt fastfrystingina.
So kom til fornuft Karsten. Fá eina inntøku í kassan heldur enn at taka eina inntøku úr honum.
Eg havi tveir spurningar til Karsten Hansen, og eg vóni, at hann svarar mær upp á teir:
Hvussu skulu vit fáa hasar 117 millióninar aftur í landskassan? Ella eg kundi sett tær spurningin øðrvísi: Tær 366 mill. + 117 mill., sum gevur 483 mill., er næstan fyri ein tunnil í Sandoynna, men hvar fært tú tær milliónirnar aftur?
Hvør kemur at merkja niðurskurðin av blokkinum? Verður tað tann meinigi maðurin?
Livst, so spyrst.
Við sambandskvøðu