Broytingaruppskotið um ríkisveitingina til Føroya er nú komið í Fólkatingið, og sambært uppskotinum verður blokkstuðulin í ár 624,1 milliónir krónur. Tað merkir, at blokkstuðulin vekstur við 8,6 milliónum krónur. Í fjør var stuðulin 615,5 milliónir krónur.
Boðað verður eisini frá, at ríkisveitingini hereftir verður prístalsregulerað, og at støðið soleiðis verður 624,1 milliónir krónur fyri 2012.
Lógin kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst.