Hetta hendi í gjár. Tá ið mamma gentuna meldaði tilburðin, fekk politiið illgruna til ein mann. Politiið ringdi til mannin, sum kom á politistøðina, og hann viðgekk beinanvegin gerð sína. Hann upplýsti eisini, at hann frammanundan hevði gjørt tað sama móti tveimum gentum við Hoyvíkstjørn. Hesar gentur kundi politiið hugsað sær at tosa við.