Tað slítur í, sirmar so aftur, fyri síðani at slíta í aftur.
Soleiðis er gongdin í løtuni á Ó - Ólavsøkukonsertini, í Tórsgøtu.
Í løtuni er 3. navnið á skránni, Uni Debess, á pallinum, og blues lokkar eftir øllum at døma, tí tað fyllist so smátt í Tórsgøtu í Havn, hóast vit áður hava upplivað konsertir í betri veðrið.
Sirm heldur ikki øllum aftur í at fara á Ó, tað er púra greitt, um ein hyggur í Tórsgøtu júst nú, og enn er bróðurparturin av bólkunum eftir at fara á pall. Heili 8 bólkar afturat gera seg klárar at fara á pall í kvøld og í nátt, og ikki fyrr enn um 3 tíðina fara Eyðun og Terji á pall fyri at seta punktum.