Boðanesheimið liðugt

Lyklaorðið er at halda avtalur. Tað er orsøkin til, at tað hevur eydnast at fáa Boðanesheimið liðugt til tíðina, sigur Jón Danielsen, stjóri í ArtiCon

Í dag verður asfalterað við nýggja eldradepilin, Boðanesheimið, yvir við Strond í Havn, og handverkar tuska runt fyri at avgreiða teir seinastu snøklarnar. Fríggjadagin skal heimið handast kommununi.
- Tá verður eisini tað allar mesta liðugt, sigur Jón Danielsen, stjóri í ArtiCon, sum hevur havt heildararbeiðstøkuna.
Arbeiðið hevur gingið sera væl.
16. desember 2010 varð fyrsta flagið loyst, og 5. oktober í fjør varð fyrsti útveggurin reistur.
Mangan hava slík stórarbeiði drigið út, men so hevur ikki verið við hesum arbeiðinum. Eftir upprunaligu ætlanini skuldi heimið verða liðugt 1. oktober , men tíðarfreistin var 16. november.
Jón Danielsen sigur, at einfalda orsøkin til, at tað hevur gingið so væl er, at allir partar hava hildið avtalurnar.
- Tað er vørumerkið hjá okkum at halda tíðarætlanirnar, sigur Jón Danielsen.
Honum dámar væl hetta nýggja heimið, sum hevur ein heimligan dám og stendur í einum hugnaligum umhvørvi.
Umstøðurnar hjá starvsfólkunum verða eisini avbera góðar.
64 fólk fara at búgva á Boðanesheiminum.

Minni at gera
Tá ið Articon hevur loyst uppgávuna á Boðanesheiminum, fer byggifelagið at kasta seg yvir at gera terminalin í Vágum. Onkur smærri arbeiði eru eisini.
- Men seinastu fýra fimm árini hava verið hørð, og vit eru 40-50 fólk færri, enn vit vóru í 2008, sigur Jón Danielsen.