Ársfrágreiðingi lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, og hvussu klagurnar eru viðgjørdar. Eisini eru frágreiðingar, sum vórðu lidnar í 2024 viðvíkjandi málum, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum.
Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 115 klagur í 2024. Av hesum klagunum vóru 91 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 13 klagur frá undanfarnum árum. Talið av klagum var eitt sindur hægri enn árini 2021-2023, men á støði við talið av klagum í 2020, sum var merkt av covid-19.
Av teimum 104 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2024, endaðu 11 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi.
Við árslok 2023 byrjaði umboðsmaðurin eina røð av vitjanum á stovnum, sum veita umlætting til børn og ung, ið ikki eru undir barnavernd. Í 2024 var umboðsmaðurin eisini á eftirlitsvitjan á tveimum røktarheimum, sum hava deildir til fólk við demens. Samandráttir av hesum frágreiðingum eru at lesa í ársfrágreiðingini.
Í ársfrágreiðingini er eisini ein grein um tey krøv, sum umboðsmaðurin metir, at Barnarættindasáttmálin setir til málsupplýsingarskylduna hjá myndugleikum.
Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo.