Boð á Facebook koma IKKI á vangasíðuna

Seinastu dagarnar hava Facebook brúkarar ávara hvønn annan á Facebook, um at boð, ið eru blivin send á teldupostin í tíðarbilinum fram til 2010, brádliga liggja úti á vangasíðuni hjá brúkarunum. Tað vil siga, at øll kunnu lesa tey.

Ávaringarnar síggja millum annað soleiðis út:

"Dear Facebookers - Your private inbox messages are now visible for all to see, from 2010 and earlier! I am sure I am not the only one that thinks that private messages are private.... This is a new change from Facebook as of yesterday. Don't believe me? Read your timeline from those years! They look like wall posts.....they are not! There's an easy fix--when you're in your own timeline, just click on the year on the right (2007, 2008, 2009) and you'll see a box with a bunch of friends' messages and a header that says 89 people have written on so and so's timeline--hover over the right until you see the pencil, click and select hide from timeline. Do that for each year. BOTH parties have to delete or it will show so post and tell your friends!"

Nógv halda seg kunna við vissu siga, at boð, sum tey hava sent og móttikið, brádliga kunnu síggjast á vangasíðuni, um hugt verður eftir árunum fram til 2010.

Men sambært amerikanska portalinum Business Insider er hetta ein íspunnin søga, sum onkur ferð eftir ferð fær út á Facebook fyri at loypa ótta á brúkararnar og harvið seta Facebook í eitt ringt ljós.

Við nýggju "timeline" funktiónini á Facebook kemur ymiskt fram á vangasíðuna hjá brúkaranum, sum vísir aktivitetin á síðuni, frá tí degnum viðkomandi byrjaði at brúka Facebook.

Sambært Business Insider ber ikki til, at privat boð brádliga verða løgd út á vangasíðurnar hjá brúkarunum. Orsøkin til at fólk trúgva upp á hesa søguna, sum við jøvnum millumbilum er frammi, er rættiliga einføld. Tá vit í dag lesa okkurt av tí, vit skrivaðu til hvønnannan á vangasíðurnar fyri nøkrum árum síðani, kunnu vit ikki trúgva, at vit hava skrivað júst hetta, sum øll so hava kunna lisið. Veruleikin er tann, at í dag eru fólk varnari, tá tey brúka Facebook, og eru eisini í størri mun enn fyrr tilvitað um, hvat skal vera sjónligt hjá øðrum at lesa og ikki.

Við øðrum orðum er eingin orsøk at fara í panikk, tí privatu boðini, sum tú sendi og fekk fram til 2010, eru og verða verandi inni á teldupostinum á Facebook.

Til ber at lesa meira um íspunnu søguna við at trýsta á niðanfyristandandi leinkju:

http://www.businessinsider.com/facebook-has-a-festering-global-problem-with-no-solution-2012-9#