Boðini latin upp

Tvey tilboð komu uppá at gera undirsjóvartunnlarnar til Eysturoy og Sandoy

AF-bólkurin átti lægra boðið uppá 1,875.850.764 krónur, meðan hitt tilboðið frá NCC Noreg var uppá 1,891,370.789 krónur.

Tilboðini eru bæði fyri Eysturoyar- og Sandoyar tunnilin. Tunnilsfelagið fer nú at eftirkanna tilboðini og vita um tey eru í samsvar við tilboðið.

AF er ein norsk børsskrásett fyritøka. Hon hevði næstlægsta tilboð, tá ið NNC vann tilboðini uppá Vágatunnilin.

Bergur Poulsen, nevndarformaður, segði, at tilboðini bæði eru sera áhugaverd og at arbeitt verður víðari við tilboðunum.