22 ára gamli Martin í Grund úr Syðrugøtu gongur høgt uppí at spæla góðan tónleik, men leggur eisini dent á, at táið konsertin er liðug, standa fólk ikki bert eftir við einari góðari uppliving, men tey skulu helst hava fingið okkurt gott at hugsa um. Sentralt í tónleikinum eru tekstirnir, sum Martin sjálvur hevur skrivað.
Tekstirnir týdningarmiklir
Martin heldur, at í nútímans tónleiki verða tekstirnir ofta raðfestir lágt. Á heimasíðum hjá bólkum eru tekstirnir vanliga tað síðsta, sum er at finna, og ofta eru teir als ikki við í fløguhúsunum. Martin ynskir, at tað, sum hann hevur at siga í tekstunum, kemur væl fram. Og tekstirnir – sum teir flestu eru á enskum - snúgva seg um veruligar trupulleikar, og um at svar finnast.
- Eg vil helst, at tekstirnir eru um okkurt vældefinerað; okkurt, sum man kann tosa um aftaná. sigur hann. Fleiri sangir snúgva seg um longsul. Tað verður í onkrum sangum til dømis tikið støði í støðuni hjá Jósefi og Nóa, sum longdust eftir Gudi. Hvussu nógv lort man Nóa ikki hava hoyrt fyri sítt álit á Gud? Tað er nakað, sum fólk kunnu kenna seg aftur í.
- Tónleikur er eitt gott amboð hjá kristnum at fáa boðskapin úteftir, sigur Martin. Tað er týdningarmikið, ikki at halda tað, sum man hevur fingið, fyri seg sjálvan, men at geva tað víðari. Man hevur fingið svar uppá nøkur ting, og tað ræður um at at lata onnur eisini sleppa at hoyra tað. Jesus bað okkum eisini um at vera ljós, um at bera boðskapin víðari. Og hetta er fremsta drívmegin hjá mær at skriva tónleik.
Boðskapurin skal ikki vera umbering
- Men samstundis sum, at teksturin og boðskapurin eru týdningarmikil, so eigur hetta ikki at brúkast sum ein umbering fyri ikki at gera sær ómak við tónleikinum. Ofta verður tað í kristnum samanhangi hildið, at so leingi sum gleðiboðskapurin kemur fram, so hevur hitt ikki so nógv at siga. Og so endar tað við, at hetta verður ein umbering fyri at vera dovin, og so blívur tað fesjut og keðiligt. Tað eigur ikki at vera í lagi at hugsa, at alt hitt er ikki so farligt, bara Jesus verður nevndur. Heldur eigur kristni boðskapurin at eggja okkum at gera okkum so nógvan ómak sum gjørligt við tí, sum vit skapa. Sum Guds børn eiga vit at geva tað besta vit kunna og at gera tað so gott sum gjørligt. Fólk eru heldur ikki býtt. Man má hava so mikið av virðing fyri, at tey vita, um tað, sum verður lagt fram er gjørt ordiligt ella ikki.
Kom av sær sjálvum
Tað er komið mest sum av sær sjálvum, at Martin byrjaði at framføra tónleik, og bólkurin hjá honum er blivin til tað, sum hann er nú, á sama hátt. Hann spældi nógv gittar fyri seg sjálvan og arbeiddi við at seta løg til egnar tekstir. Hann varð so bjóðaður at spæla í Losjuni í Gøtu. Síðan varð hann bjóðaður at spæla í Virkishúsinum í Klaksvík, og so at syngja í Kelduni og at framføra á Asfalt. Hann hevur spælt saman við onkrum tónleikara her, onkrum øðrum har, og so við og við er bólkurin vorðin til tað, hann er í dag. Bassspælarin, Dávid á Lag, býr í Danmark, og tí royna tey at venja saman sum frægast, tá ið hann er heima. Á trummum er Jógvan Símin Sevdal, Jógvan Anderssen spælir ljómborð, og Annbritt Poulsen syngur kór. Hesin bólkurin hevur ongantíð framført alment fyrr.
Forteljararokkur
Tónleikurin hjá teimum kann kallast rokkur. Hetta er dynamiskur tónleikur, ið skiftir frá bleytum til hart og aftur til bleytt. Martin greiður frá, at nakað er álvarsamt, meðan annað er meira lætt og stuttligt. Ofta fer tað yvir í forteljarastíl, og onkuntíð enntá í valstakt. Tey vilja gjarna gera niðurløg, sum eru fangandi. Martin kemur við teksti og lagi, og so skapa tey tónleikin saman. Hann er glaður fyri, at hann nú fer at framføra við bólki. Tað riggar eisini betri soleiðis á einum festivali, heldur enn at sita einsamallur við kassagittara, heldur hann. Afturat sangunum hjá Martini fara tey at spæla ein sang hjá Johnny Cash.Á skránni verða fimm løg, ið ikki eru framførd fyrr.
Martin hevur ætlanir um at fara á kristnan tónleikaraskúla í Onglandi. Har væntar hanna at møguleikarnir vera góðir møguleikar at menna seg sum tónleikara og sangskrivara. Tað er ivasamt, hvussu tá verður við bólkinum, men møguleiki verður í øllum førum at hoyra hann fríggjakvøldið á Fjarðafestivalinum.