Syrgiliga hendingin, tá Kambar fekk ein sjógv og sakk, situr enn í huganum á mongum. Tveir av manningini komu ikki aftur í aftur.
Fleiri av mannigini vóru úr Vági, og har verður bønarløta í kirkjuni í annaðkvøld.
Vágs kirkja sigur á sínum facebook vanga soeliðis:
Bønarløta fyri teimum saknaðu við Kambi verður í Vágs kirkju tórskvøldið 15. februar kl 19.00.
Møguleiki verður eisini at tendra eitt ljós.