Bíðitíðin hjá børnum og ungu at sleppa framat hjá psykiatara, er umleið 14 -15 mánaðir. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu langar bíðitíðirnar eru eftir at sleppa fram hjá Barna- og ungdómspsykiatriini.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hóast bíðitíðin er so long, sum hon er, sleppa tey, sum hava bráðneyðugan tørv á at sleppa til psykiatara, skjótari framat. Samstundis vísir hann á, at tað verður ongantíð send so nógv børn og ung til sálarfrøðing, sum nú.
Samstundis sigur hann, at í løtuni eru 166 børn og ung á bíðilista at sleppa til psykiatara, og sum støðan er, klára tey at taka trý børn ella ung til útgreiningar um vikuna.
Høvuðsorsøkin til at bíðitíðin er so long - og at hon er vorðin longri hesi seinastu árini - er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í 2019 vóru 183 ávísingar, men í 2020 vóru heili 306 ávísingar og tað er ein vøkstur upp á umleið 60 prosent.
Higartil í ár eru komnar 53 ávísingar. Verður mett út frá tí talinum, verður talan um umleið 150 til 160 ávísingar í ár, og tað er umleið helvtin av tí, sum tað var í 2020, men ein tílík meting skal tó takast við fyrivarni.
Talið á útgreiningum veksur eisini støðugt, í 2016 vóru 90 útgreiningr, men í fjør vóru 160 útgreiningar gjørdar, og tað er tað størsta talið nakrantíð.
Harumframt eru tað í løtuni yvir 200 børn og ung í medisinskari viðgerð, sum Barna- og ungdómspsykiatriin fylgir við í, og sum fáa bjóðað psykoterapi, bæði sum bólkasamrøður og staksamrøður. Í løtuni verður ikki so stórur dentur lagdur á hendan partin, tí trýstið frá teimum nýggju ávísingunum hevur verið sera stórt, sigur landsstyrismaðurin.
Fyri at bøta um støðuna, fjør fekk Landssjúkrahúsið í fjør játtan til at seta ein serlækna í barna- og ungdómspsykiatri. Harumframt er ein royndarskipan nú sett í verk, har ung og vaksin ímillum 15 og 35 ár, kunn fáa ókeypis sálarfrøðiligu viðgerð. Her er talan um ung og vaksin, ið stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi.
– Hetta fer vónandi at føra við sær, at ávísingarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina tey 15 ár til 17 ára gomlu, fer at minka, sigur landsstýrismaðurin.