Vit eiga at viðgera spurningin um børnini ikki skulu hava rætt til at hava tvey foreldur. Tað halda bæði Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Tær báðar vóru í Rás2 og kjakaðust um rættindi hjá børnum og har vístu tær á, at eini rættindi børn eiga at hava, eru rættindini til at hava tvey foreldrini. - Ein spurningur, sum vit ofta tiga burtur í Føroyum, er tann støðan, nógv børn koma í, tá ið foreldrini fara frá hvørjum øðrum, sigur Rigmor Dam.
Hon sigur, at tá koma børnini mangan í klemmu ímillum bæði foreldrini og tey rættindi, børn, sum koma í hesa støðu, eiga at hava, eru ikki nóg sjónlig. - Og vit eiga at hava eitt politiskt orðaskifti um, hvussu vit handfara tær støður, tá ið heimið, grundstøðið hjá barninum, syndrast. Hvørji rættindini skulu børn, sum koma í hesa støðu, hava? spyr tingkvinnan.
- Øll børn skulu hava rætt til tvey foreldur, heldur Rigmor Dam. Hon vísir á, at ofta verður tosað um rættin hjá foreldrunum, men hon staðfestir, at vit ístaðin eiga vit at tosa um rættin hjá børnunum.
Løgtingið hevur stutt síðani havt aðalorðaskiftið um barnarættindinini og Annika Olsen fegnast um, at har var yvirhøvur semja um, at børn hava rætt til bæði foreldrini. Hon vísir á at í dag er familjulóggávan felagsmál og sostatt er tað danska stjórnin ið skala gera uppskot um lógarbroytingar í Føroyum. - Vit eiga at taka hetta kjakið upp. Tá ið foreldur fara frá hvørjum øðrum eru tað ofta børnini sum eru taparararnir og tað eiga vit at taka upp, heldur landsstýriskvinnan.
|