Daniel Jónsson, næmingur á Glasi, stendur við ein bás, og setur eld á kopar og jarn.
- Hetta er tað sama sum vit koyra í fýrverk. Jarn glitrar tá tað verður hita upp við eldi, og kopar verður grønt. Hetta sæst til dømis í neistunum á heksaýlum. Neistarnir koma tí har er jarn í.
Evnið er eitt sindur tekniskt, og tí ræður um at greiða børnunum frá á ein einfaldan hátt.
- Tað visuella vekir áhuga. Vit royna at velja okkurt sum fangar tey ordiliga, og teimum dámar best tað sum brestur.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Sí fleiri myndir her:
https://www.in.fo/news-detail/myndir-visindavoeka-i-sjovinnuhusinum