Ísraelski forsætisráðharrin, Bejanmin Netanyahu, hevur hildið røðu á ST-aðalfundinum, sum er í New York, og haðani frættist, at tá hann fór á pallin, reistust fleiri umboð og rýmdu úr salinum.
Millum tey, sum ikki rýmdu, var eitt nú norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide. Hann var sambært norska kringvarpinum - NRK - sitandi.
NRK veit at siga, at ísraelski forsætisráðharrin hevði eina mansjett við einari QR-kotu á bringuni, og hann heitti á fólk um at skanna kotuna og lesa sína útlegging av yvirgangsálopinum á Ísrael hin 7. oktober fyri tveimum árum síðan.
Hann las eisini nøvnini upp á øllum teimum 20 gíslunum, ið framvegis sita fangar í Gazageiranum.
Áðrenn hann fór á røðarapallin, skal Bejanmin Netanyahu hava givið ísraelska herinum boð um at senda røðuna á ST-alalfundinum um allan Gazageiran.
##med2##
Longu, áðrenn ísraelski forsætisráðharrin fór úr Ísrael, varð hann møttur við mótmælum.
Á Ben Gurion-flogvøllinum kravdu fleiri hundrað mótmælisfólk við ísraelskum fløggum og gulum bannarum eina avtalu, sum kann føra við sær, at gíslarnir verða leyslatnir.
Times of Israel veit at siga, at mótmælisfólkini eisini kravdu, at kríggið í Gazageiranum heldur uppat.
Sambært Politico fer ísraelski forsætisráðharrin á ferðini í USA eisini at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, í Hvítu Húsunum, men hetta er sambært miðlinum ikki alment váttað enn.