Sjey fólk hava undirskrivað kæruna til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum , sum er dagfest 23. juni í ár. Tað eru fólk, sum starvast í Glasi, sum hava kært, sigur Kringvarpið í dag. Kæran telur 16 síður, og er býtt upp í 11 punkt.
Leiðslustílurin hjá rektaranum tykist diktatoriskur og tilvildarligum, og arbeiðsumhvørvi á Glasi og serliga á Hoydølum, er ávirkað av hesum. Fólk eru ótrygg og bangin, siga kærararnir millum annað.
Kæran snýr seg eisini um, at avsendararnir hava upplivað tað sum, at tey hava fingið munnkurv frá stjóranum og harvið er teirra talufrælsi skert. Víðari verður kært um, hvussu gekk, tá ið umboð til Depilsráðið skuldu veljast, og at rektarin har blandaði seg upp í valið.
Samstundis siga tey, at samanleggingartilgongdin hevur kenst ørkymlandi fyri starvsfólk, og at tey halda, at uppdeilingin av starvsfólki út á deildirnar kennist meiningsleyst.
Hetta vita Kringvarpið og vp.fo í dag.