Bogi formaður á G! Festivalinum

G! Grunnurin, ið er felagið aftanfyri G! Festivalin og HOYMA, hevur fingið nýggjan nevndarformann og hevur samstundis umskipað leiðsluna.

G! Grunnurin, ið er vælgerandi felagið aftanfyri G! Festival og HOYMA, hevur fingið nýggjan nevndarformann og hevur samstundis umskipað leiðsluna. 

Bogi Andreasen er nýggjur nevndarformaður. Umframt at vera býlingsstjóri í SMS og býráðslimur í Havn, so er Bogi eisini royndur konsertyriskipari, og stóð m.a. fyri Asfalt tiltakinum og stóru stadionkonsertunum við Bryan Adams og Elton John.

Hini í nevndini eru Sigvør Laksá, næstformaður, Oluffa Joensen, Theodor Kapnas, Jón Tyril og Marni Tyril.

Nevndin valdi ikki at seta nýggjan stjóra, men heldur at umskipa leiðsluháttin eftir at Janus Rasmussen fór frá sum stjóri um árskiftið. Sigvør Laksá, ið framanundan var nevndarforkvinna, hevur tikið við sum fíggjarstóri í einum trímanna leiðslutoymi, ið umframt Sigvør telur Jón Tyril, tónleikastjóra og talsmann og Ólavur Thorsteinsson, høvuðssamskipara.

 

Við nýggja bygnaðinum er G! Grunnurin til reiðar til komandi uppgávur, harav tann fyrsta verður ársins G! Festivalur, ið verður hildin í døgunum 17. til 19. juli í Syðrugøtu.