Bogi Kristiansen vann spennandi súkklukapping

Bogi Kristiansen vann um vikuskiftið 70 km teinin í stórari kapping frá Gunnari Dahl Olsen, Gudmundi Joensen, Helga Winther Olsen, Jóanis Albert Nielsen og Dáva Magnussen.

Í kappingini var stórur spenningur um hvør mundi fara við bestu plaseringunum. Fleiri royndu at taka oddin, men kappingin var gróthørð til teir seks fremstu súkklaðu seg leysar frá hinum og kappaðust um at koma fyrstir um mállinjuna.
Bogi Kristiansen vann kappingina. Hann kom á mál tvey sekund áðrenn Gunnar Dahl Olsen, sum var eitt sekund frammanfyri Gudmund Joensen. Síðani vóru 52 sekund til Helga Winther Olsen og Jóanis Albert Nielsen, sum aftur vórðu 15 sekund frammanfyri Dáva Magnussen.

Teinurin var Hósvík - Saksun - Hósvík - Saksun og aftur til Hósvíkar, íalt 70 km.

Úrslitini gjørdust:
1. Bogi Kristiansen 1.46.28.32
2. Gunnar Dahl Olsen 1.46.30.70
3. Gudmundur Joensen 1.46.31.51
4. Helgi Winther Olsen 1.47.23.11
5. Jóanis Albert Nielsen 1.47.23.57
6. Dávur Magnussen 1.47.38.48
7. Rógvi Grønlund Larsen 1.52.36
8. Sverri Mohr Edvinsson 1.52.21
9. Súsanna S. Sørensen 1.55.11
10. Tummas Óli E. Olsen 2.16.03
11. Kjartan Egholm DNF

Gudmund vann einkultstartin

Sunnudagin var einkultstartur. 10 súkklarar vóru við, átta menn og tvær kvinnur. Teinurin var úr Miðvági á Flogvøllin og aftur til Miðvágs tvær ferðir. Í alt 21 km.

Ikki óvæntað vann Gudmundur Joensen kappingina, men yngsti avbjóðarin, Jóanis Albert Nielsen, gav Gudmundi skarpan gang. Munurin gjørdist 25 sekund.

Úrslitið av kappingini í Vágum:

1. Gudmundur Joensen 30.50
2. Jóanis Albert Nielsen 31.15
3. Gunnar Dahl Olsen 32.35
4. Sverri M. Edvinsson 33.34
5. Súsanna Skylv Sørensen 36.29
6. Dávur Magnussen 36.32
7. Kári Simonsen 39.27
8. Tummas Óli E. Olsen 39.31
9. Rógvi Grønlund Larsen 41.15
10. Elsa Berg 42.53