Í januar í ár varð nakað so sjáldsamt sum eitt føroyskt boksifelag sett á stovn. Felagið Tórshavn Boxing hevur staðið í rúkandi menning hetta árið, har stovnararnir eru ovfarnir av, hvussu nógv eru byrjað at boksa. Góða gongdin í felagnum hevur elvt til, at í dag fara fleiri av íðkarum felagsins til Danmarkar á venjingarlegu, har ætlanin eisini er at luttaka í kapping komandi vikuskiftið.
Les eisini: Felagið er vaksið ótrúliga skjótt
Les eisini: Føroyskir boksarar fara at kappast í Danmark
Í samsvari við, at felagið er blivið størri og størri ynskir Tórshavn Boxing at blíva limur í ÍSF. Hetta er tó ikki hent enn, tí at hóast boksifelagið hevur gjørt sítt til fyri at liva upp til krøvini fyri upptøku, so hoyrist onki aftur frá ítróttarsambandinum, sambært venjara í Tórshavn Boxing.
- Vit hava roynt at fingið limaskap í ÍSF. Vit gjørdu alt tað vit kundu viðvíkjandi samtyktum, aðalfundi og øðrum. Hetta fekk ÍSF at vita í mai, men vit hava onki hoyrt aftur frá teimum, og tað haldi eg vera ov dølskt av ítróttarsambandinum. Hetta ger, at vit í løtuni umhugsa, um vit yvirhøvur tíma at stríðast fyri limaskapi í ÍSF, ella um vit bara skulu fara upp í danska boksisambandið, sigur Martin Meng, venjari og stovnari av Tórshavn Boxing.
Ein trupulleiki hjá felagnum er eisini, at felagið ikki hevur egin høli, men bert hevur møguleika at venja í Vælveru Fitness. Nú ætlar Tórshavn Boxing at biðja um stuðul frá Tórshavnar Kommunu.
- Okkara næsta stig fyri felagið verður, at vit fara til kommununa at spyrja, um hon kann hjálpa okkum við at útvega høli. Vit mugu og skulu hava okkara egna høli, um felagið veruliga skal vinda upp á seg, sigur Martin Meng at enda.