Bon Jovi valdi Jens Marna

60 bólkar lógu fram við at sleppa at hita upp fyri amerikanska rockbólkin Bon Jovi, sum spælir í Parkini 6. juni. Men valið fall á føroyska rocksangaran.

Tað er Ekstrablaðið, sum í samstarvi við Bon Jovi, fyriskipararnar Live Nation og útvarpsstøðina FM100, hevur skipað fyri kappingini um at blíva upphitingarbólkur hjá Bon Jovi í Parkini.

Talan er um ein stóran kjans at fáa, og tí var áhugin fyri uppgávuni eisini sera stórur. 60 bólkar sendu tilfar til kappingina, og eitt danskt dómarapanel valdi fimm bólkar burturúr. Tilfar hjá hesum bólkum var síðani sent til Bon Jovi leguna í USA, og har var endaliga avgerðin so tikin um, hvør av teimum fimm bólkunum skuldi fáa møguleikan at hita stóru áhoyrarafjøldina í Parkini upp.

Valið hjá Bon Jovi fall á kollfirðingin Jens Marna Hansen, sum nú hevur fingið sín lívs kjans at framføra á konsert hjá einum av heimsins størstu rockbólkum.

Jens Marni var púra ovfarin, tá ið hann fekk boðini beinleiðis í Rás2-sending í Klaksvík fyrrapartin.

- Eg eri púra paff. Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Men hetta man vera nakað av tí størsta, sum eg havi upplivað, segði Jens Marni, sum takkaði Gudmundi Djurhuus fyri, at hann hevði koyrt undir seg og meldað seg til kappingina um at sleppa at hita upp.

Hoyr í ljóðbrotinum niðanfyri, hvussu bilsin Jens Marni var, og hvat hann segði, tá hann hevði vitað um upphitingina í ein tíma: