Bootles sigur søguna um Beatles í Klaksvík

The Observer skrivaði einaferð um The Bootles, at teir ljóða næstan meira sum The Beatles, enn beatlarnir sjálvir gera. Fríggjakvøldið 24. juni spælir bólkurin í Klaksvík

Síðsta vikuskiftið í juni kemur ein poppbólkur úr Liverpool til Klaksvíkar at spæla. Bólkur kallast The Bootles, og teir spæla tónleik hjá The Beatles. Tað ger bólkurin so væl, at hann hevur verið umtalaður víða hvar fyri sínar framførslur.
The Bootles hava í nógvum londum í Europa, og teir plagdu eisini at spæla nógv á The Cavern, har The Beatles eisini spældi. Og tað kom fyri, at báðir bólkarnir spældu til somu tiltøk.
The Bootles tók sítt navn í 1980, men áðrenn tað gingu teir undir navninum Jasmin-T, og hesin bólkurin spældi sangin Faroe Girl, sum var nógv spældur í Føroyum.
The Bootles fer á konsertini í Klaksvík at siga søguna um The Beatles, og tað verður sjálvsagt fyrst og fremst gjørt við tónleiki hjá helst størsta poppbólkinum í søguni.
Konsertin við The Bootles verður í KÍ-høllini fríggjakvøldið 24. juni kl. 21.00.