Tað hevur gingið væl hjá frystibátinum »Borðoyarnes«. Hann verður í Føroyum í vikuni, og hann hevur fiskað alla føroysku svartkalvakvotuna upp undir Vesturgrønlandi.
Nú hann siglir heim, hevur hann 55 tons í lastini, men síðan hann fór at fiska svartkalva við Vesturgrønland í juni í ár, hevur hann gjørt tríggjar túrar umframt hendan. Ein túr seldi hann 175 tons í Kanada, og hin túrin 144 tons í Grønlandi. Hesar báðar túrarnar varð landað til frystibátin í Diskovíkini. Umframt hesar báðar landingartúrarnar, gjørdi »Borðoyarnes« so ein annan túr, sum var uppá góð 50 tons.
Prísurin á svartkalva er góður. Hesar seinastu túrarnar hevur hann ligið um 25 krónur kilo í miðal.