Borgarakrav í Leirvík

Fólk í Leirvík eru nú farin at savna inn undirskriftir við kravi um, at Leirvíkar kommuna tekur upp nýggjar samráðingar við Føroya løgting.
<DPTAB>    - Vit siga nei til, at ferðslan millum Norðoyggjar og meginøkið skal ganga mitt ígjøgnum bygdina í Leirvík fram til ár 2008. Vit krevja, at ferðsluviðurskiftini í Leirvík verða loyst, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp

Borgarakrav

Leirvík: Borgarar í Leirvík vilja ikki longur hava sitandi á sær, at tey einki hava gjørt til tess at ávirka málið um loysn av ferðslutrupulleikunum í bygdini, nú spakin skjótt verður settur í til Norðoyatunnilin.
Sambært løgtingssamtyktini um ferðsluviðurskiftini í Leirvík, skulu forkanningar til tunnil í Leirvík verða lidnar í seinasta lagi ár 2005. Síðan skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot á ting um tunnil undir Leirvík, soleiðis at ferðslan úr Norðoyatunlinum verður førd út um meginpartin av bygdini í einum tunli.
Hvussu langt frammi hetta arbeiði liggur, veit eingin. Í øllum førum er greitt, at ferðslan úr Norðoyatunlinum sambært løgtingssamtyktini í nøkur ár kemur at ganga mitt gjøgnum bygdina í Leirvík.

Borgarakrav

Nú hava so borgarar í Leirvík sett saman eitt skriv, sum ber heitið "Borgarakrav".
Stigtakararnir siga, at skrivið í fyrstu syfti verður lagt í handlarnar og á arbeiðsplássini í bygdini, soleiðis at fólk, sum ynskja at taka eina hond í, fáa høvi at skriva undir.
Borgarakravið er í fimm punktum:
1. Sigur tú nei til, at tann tunga ferðslan við tilfari úr
Norðoyatunlinum skal ganga ígjøgnum bygdina í 2-3 ár (4. hvønn minutt, 12 tímar um dagin, 6 dagar um vikuna)?
2. Sigur tú nei til, at ferðslan millum Norðoyggjar og meginøkið skal ganga gjøgnum bygdina til 2008 (ein kanning hevur víst, at talan kann verða um 3.000-4.000 bilar um dagin umframt tað, sum fer út á Vík)?
3. Sigur tú nei til, at tilfarið úr tunlinum, sum kann nýtast í Leirvík, verður ført av bygdini?
4. Sigur tú nei til, at tey ungu, ið ætla sær at seta búgv, verða tvungin av bygdini, tí ongar útstykkingar verða gjørdar?
5. Vit krevja, at Leirvíkar bygdarráð skal taka samráðingar uppaftur við Føroya løgting fyri at fáa loyst nevndu trupulleikar.
At enda í skrivinum verður kravt, at ein loysn skal verða funnin, áðrenn arbeiðið uppá Norðoyatunnilin verður byrjað.
- Tekur tú undir við nevndu borgarakrøvum, skrivar tú navn títt
niðanfyri.
Soleiðis verður sagt í skrivinum, sum nú liggur frammi til
undirskrivingar í bygdini.


Verður handað
kommunu og løgtingi

Stigtakararnir siga, at fær skrivið undirtøku frá bygdarfólkinum, verður tað saman við undirskriftum handað Leirvíkar bygdarráði og Føroya løgtingi.
- Skrivið er ikki vent ímóti kommununi, men vit vilja við hesum rætta bygdarráðnum eina hond, soleiðis at tey hava nakað at fara til løgtingið við.
Víst verður á, at skrivið leggur ikki upp til nakra ávísa loysn av ferðsluviðurskiftunum í Leirvík.
- Tey, sum skriva undir, taka undir við, at vit ikki vilja hava alla hesa ferðslu, sum kemur við Norðoyatunlinum, mitt ígjøgnum bygdina í Leirvík við teimum avleiðingum, sum tað nú einaferð fer at hava við sær.
Men, siga stigtakararnir:
- Skrivið er eisini eitt krav um, at bygdarráðið tekur upp nýggjar samráðingar við Føroya løgting, soleiðis at viðurskiftini í Leirvík verða loyst, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp.
Tey halda, at samtyktin í løgtinginum um tunnil í Leirvík er alt ov leysliga orðað, og tí veit eingin, nær ferðsluviðurskiftini í Leirvík verða loyst eftir hesi samtykt.