Borgarligt Hair

Sangleikurin Hair, sum skuldi vera so provokerandi, hippiekendur og langhærdur er alt ov ordiligur, borgarligur og stuttkliptur. Hóast glottar eru at hóma, gerst leikurin sjáldan nakað serliga hugtakandi og er hann helst eitt vónbrot fyri nógv

Spenningurin var í hæddini, tá sangleikurin Hair varð frumsýndur fríggjakvøldið. Ikki so løgi, tí sjáldan hava vit sæð eina so áhaldandi marknaðarføring av einum skúlaleiki í Føroyum. Sum ímynd av ungdómsuppreistrinum í 68 og teirra rúsandi, friðarelskandi kærleiksboðskapi átti Hair eisini ríkiliga at kunna tryggjað eitt undirhaldandi og provokerandi kvøld. Familjurnar, gamlir sangleikarar, nøkur serstakliga áhugaði, nøkur fjølmiðlafólk og annars restin av Snobbhill, sum hugdu at sangleikinum hetta kvøldið fingið eisini onkra góða løtu. Men samanumtikið gjørdist føroyska útgávan av Hair sjáldan nakað serliga hugtakandi og helst var leikurin eitt vónbrot fyri nógv. Ein av orsøkunum er uttan iva, at leikurin í veruleikanum var brandaður í hel, langt áðrenn leikararnir nakrantíð komu á pallin, og fingu nakran møguleika at vísa, hvør dugir er í teimum.


Fjáltraðir leikarar

Uttan mun til, hvussu kendir teir eru, er tað kanska ein veruligur veikleiki við uppruna handritinum, at ongin av sangunum er nakað serliga fangandi og góður. Men tað er ikki nøkur umbering fyri ikki at syngja við fullari megi. Helst hevur tað verið fjáltur á leikarunum, tí røddirnar vóru sum heild nokk so veikar, ella var ljóðið bara ikki nóg hart frá, júst hetta fríggjakvøldið. Einasta røddin, ið veruliga sló ígjøgnum, var røddin hjá Konni Kass Jacobsen, sum hevur ein av høvuðsleiklutunum. Hini sýntust øll at vera rættiliga veik, hóast tey als ikki sungu illa. Kanska er hetta øðrvísi, nú ungu fólkini hava verið á pallinum nakrar ferðir.


Ljóðið

Størsta syndin á kvøldinum, burtursæð frá lítið áhugaðu áskoðararnum, var ljóðið. Tað sjóðaði og hvein, og ongantíð var tað nóg hart frá. Aftur eitt, ið ger tað rættiliga torført hjá vanliga áskoðaranum at gerast fangaður av einum leiki, ið gongur fyri seg í einum hølum, sum eru kend fyri, at mann næstan ikki klárar at fáa nakað at ljóða illa. Einasta ferðin ljóðið sýntist hóskandi, var einaferð í leikinum, tá ein harður brestur var.

Stutt hár

Langt hár má vera eitt must, tá leikurin kallast Hair, men dreingirnir eru rættiliga stuttkliptir og hampiligir. Teir flestu eru meira átøkir sunnudagsskúladreingjum, sum í frítíðini eru hippiearar. Kanska tað ikki ørkymlar øll, men tað fær á onkran hátt alt at sýnast eitt sindur tilgjørt. Tað autentiska bleiv á onkran hátt burtur. Tá tann myrki eisini er ein soyasmurdur hvítingur og rúmdarferjan, Columbia, ið verður víst á eini mynd, ikki var úti í rúmdini fyrr enn í 1981, verður tað alsamt torførari veruliga at gerast fangaður.

Tað eru nógv samlaði smáting, ið fáa ein at síggja til, góðan leik at søkka í virði.


Ikki ordiligir amatørar

Sjálvandi er talan ikki um professionellar leikarar, men í mun til »Jósef og litfagra dreymakotið« er í hesum føri, ein sera stór rekruttering gjørd uttanfyri studentaskúlan. Fleiri av leikarunum hava gingið í studentaskúlanum. Men ein av orsøkunum til, at mann plagdi at vera so hugtikin, hevur til hinar leikirnar verið, at tað vóru næmingar úr skúlanum, sum mann ikki hevði sæð á palli áður. Hesaferð eru fæstu av høvuðsleiklutunum mannaðir av fólki, ið ganga í studentaskúla, og fleiri av andlitunum hevur mann sæð á palli fyrr. Sostatt væntar mann sær á onkran hátt meira av leikarunum, enn tá mann sær nýggj fólk, og tí verður mann eitt sindur vónbrotin, tá tey ikki ordiliga levera vøruna.


Óskiljandi dialektir

Leikurin er væl umsettur. Men hvat annað hevði mann væntað, tá Dánial Hoydal hevur umsett. Hinvegin eru leikararnir eitt sindur undarliga valdir til summar av leiklutunum. Tveir hippiarar, ið helst altíð hava búð í stórbýnum tosa bygdamál, meðan drongurin av bygd tosar veruligt havnarmál. Har kundi mann á onkran hátt veri eitt sindur snildari, og latið bygdadrongin vera veruligan bygdadrong, og heldur havt aðrar leikarar til stórbýarleiklutirnar. Tá vit brádliga fáa at vita, at tann myrki í leikunum heldur ikki er úr stórbýnum, er ruðuleikin fullkomin. Tí tá hann í veruleikanum, hvørki er myrkur ella tosar bygdamál er onki satt við honum. Ein hvítur høvuðsstaðardrongur spælir ein myrkur av bygd.

Orsøkin til hesa meting, er, at nógvar orðingar í leikritinum veruliga leggja upp til at spæla uppá dialektirnar. So kundi mann veruliga nýtt ríkidømi í máli okkara, sum mann í øðrum førum hevur gjørt tað. Tí vit hava nógvar dialektir á føroyskum, ið kundi verið elegant nýttar at styrkja um persónligheitirnar, samstundis sum leikararnir eru grivnir fram úr øllum heraðshornum.


Reinleikin skeivleikin

Nakrar veruliga vakrar pallmyndir eru tó í leikinum.

Tá ungdómarnir eru skeivir, sýnist alt á pallinum so reint og vakurt. Sum ein nær deyða uppliving, har mann upplivir ein veldiga rúgvu uppá nøkur splitsekund. Dansararnir sleppa eisini veruliga til sín rætt, og mann kann á ongan hátt taka frá nøkrum í leikinum, at allur dansurin er sera væl skipaður og vakur. Ongin sær út til at hava tað hart, og tað er hugtakandi at síggja, hvussu mongu leikararnir megna at lata vera við at traðka á hvønn annan og stoyta saman á tronga pallinum.

Í pallmyndunum, tá ungfólkini eru skeiv, vísir tað seg eisini at fungera heilt væl við ljósinum. Vit fáa eina sýrukenda, kokainsøta kenslu, ið er ein uppliving, sum í sær sjálvum næstan ger leikin verdan at fara til.


Gjøgnumførdir búnar

Í samband við útsjóndina hjá leikarunum er tað eitt, ið veruliga er gjøgnumført.

Orkan, ið er løgd í búnarnar hjá øllum á pallinum er sera væl nýtt. Hevði dreingjahárið bara veri longri, hevði verið torført at seta fingurin á nakað, tí búnarnir og serliga nakrir kjólar, rigga serstakliga væl til sangleikin, og skapa meira trúvirði enn nakað annað í leikinum.


Lítið provokerandi

Kanska er tað leikritið, ið er ov gamalt, ella er bara ikki fingið nóg mikið burturúr tí, tí tað er í øllum førum greitt, at leikurin er sera lítið provokerandi. Ein sena er tó, ið kanska fær ringastu kyns-skammararnar at lata eyguni eitt sindur upp, men tað er so øgiliga lítið fyri ein leik, ið er brandaður í næstan eitt hálvt ár, til at vera provokerandi og spennandi. Tískil er tað eitt satt vónbrot, at ikki ein einasta løta provokeraði hendan annars rímiliga konservativa ummælaran.


Vána áskoðarar

Vit, ið sótu í fjøldini mugu helst eisini taka okkara ábyrgd fyri eina lunkaða uppliving. Ella var leikurin bara ikki so góður. Men áskoðarafjøldin til eina frumsýning er sjáldan líka góð, sum ein vanligur barnagarðsflokkur. Eftir leikin eru vit altíð skjót at greiða frá, hvussu fantastiskir og fríir hesir ungdómar eru, men undir framførsluni sita tey flestu av okkum og klappa av berum vana. Ongantíð er nakar, ið veruliga verður rivin við leikinum, og á nakran hátt kann ímynda sær at klappa mitt í einum sangi, tí hann kanska svingar rímiliga væl.

Nei, vit skulu lata blómur til tey, ið standa aftanfyri leikin, um vit altso hava nóg mikið av tyssum. Teimum vóru tað fríggjakvøldið ikki eingongd nokk av, og ljóssnigevin mátti so fittur fara av pallinum uttan blómur, hóast hann hevur loyst sína uppgávu frægari enn tey flestu.


Ikki sum hinir

Tá mann hevur sæð Jósef og Fame, verður hesin leikurin ikki heilt tað sama. Ein orsøk kann vera, at sangirnir ikki eru líka fangandi, sum í undanfarnu leikunum. Kanska er uppruna handritið bara verri enn hini. Tað er ilt at siga, men tað hevði nú verið stuttligt at vita, um ikki Cats, Phantom of the Opera ella bara Chess ikki hevði verið ein meiri undirhaldandi sangleikur at fari til. Kanska kundi mann veruliga sæð ungdómarnar víst sínar bestu síður.


Farið bara

Alt í alt, kann mann siga, at leikurin helst er verdur at fara til. Tað er bara annað hvørt ár, at ein tílíkur leikur verður settur upp. Hesin er ikki líka góður sum hinir, og um tvey ár velja tey helst eisini ein betri leik við betri sangum.

Stóri trupulleikin hjá Hair er, at tað í ov langa tíð og ov nógv gjørt burturúr, hvussu fantastiskur sangleikurin skuldi vera. Tí situr hesin ummælarin við einum vónbroti, sum helst lukkuliga verður gloymt um tvey ár, tá studentaskúlin í Hoydølum aftur fer at nýta næmingar úr miðnámsskúlunum, ókend andlit og ein betri sangleik.