Borgarstjórin í Hvalba heldur fram

– Men hvalbingar fáa nýggjan varaborgarstjóra

Tað verður Janus Thomsen, ið heldur fram sum borgarstjóri í Hvalba. Tað varð staðfest nú á miðdegi, tá ið nývalda bygdaráðið í Hvalba møttust til fundar at skipa seg.

Tað eru sjey bygdaráðslimir í Hvalba og teir eru allir valdir á sama lista. Og tá ið bygdaráðið skipaði seg, vórðu tey samd um, at tann, sum fekk flestar atkvøður, skuldi verða borgarstjóri og tann, sum fekk næstflestar atkvøður, skuldi verða baraborgarstjóri.

Sostatt er Janus Thomsen, sum verður borgarstjóri hesi næstu fýra árini. Hann er eisini borgarstjóri í núverandi bygdaráðið, eftir at hann varð nývaldur í bygdaráðið á seinasta kommunuvalið.

Sostatt heldur hann fram sum borgarstjóri. Men varaborgarstjórin í Hvalba er nýggjur, tí tað var Ronni Hammer, sum fekk næstflestar atkvøður, og sostatt er hann valdur til varaborgarstjóra.

##med2##

Núverandi varaborgarstjóri er Eir Jógvansdóttir Norðberg, men hon fekk færri atkvøður enn Ronni Hammer.

Janus Thomsen segði, at hann vónar, at tey øll sjey í bygdaráðnum fáa eitt gott samstarv hesi næstu fýra árini.